Tíðindi

Skúlarnir í Hósvík og Hvalvík varðveittir

1., 2. og 3. flokkur fara at ganga í skúla í Hósvík og Hvalvík eftir, at nýggi skúlin er liðugur um tvey-trý ár. Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Sunda Kommunu, týsdagin 26. januar 2016, um at varðveita ella niðurleggja skúlarnar í Hósvík og Hvalvík, er, at skúlarnir verða ikki niðurlagdir, og innskúlingin verður eftir í teimum báðum bygdunum

26.01.2016

Í Hósvík vóru 144 fyri at varðveita skúlan í bygdini og 34 ímóti. Í Hvalvík vóru 137 fyri og 115 ímóti.

- Vit fara at veita møguleika fyri, at vit kunnu hava forskúla í tí nýggja skúlanum. Enn hava vit hava ikki tikið støðu til at skipa forskúla í Sunda Kommunu, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

Býráðið í Sunda Kommunu hevur havt sín fyrsta byggifund í sambandi við at byggja nýggja stórskúlan, Skúlan við Streymin. Býráðið hevur ásett ein byggifund um vikuna nú frameftir, inntil tey eru komin á mál. Her er forskúli eitt av málunum, ið stendur á skránni. Tað vil sambært Heðini Zachariasen, borgarstjóra, siga, at málið um forskúla verður tikið við í tann nýggja skúlan.

Býráðið hevði annars einmælt samtykt at leggja skúlarnar saman í ein skúla, sum verður á Oyrarbakka. Tað skuldi vera ein skúli, sum fevdi um allar flokkar frá 1. til 10. flokk.

Í Sunda Kommunu leggja tey rættiliga stóran dent á flutningin úr bygdunum. Í løtuni verða pengar brúktir til at flyta næmingarnar til og frá, eitt nú til svimjing. Hetta verður loyst við, at í nýggja skúlanum – Skúlin við Streymin – sum verður liðugur um eini tvey-trý ár verður svimjihylur, musikkskúli og høll, kvøldskúli, fólka- og skúlabókasavn, matarhøll, arbeiðshøli hjá lærarum og ítróttarhøll, umframt uttanumøki, har pláss er fyri øllum næmingum. Alstórur dentur verður lagdur á trygg ferðsluviðurskifti, og skúlin verður ein orkugóður "grønur skúli".

- Vit halda, at tað hevur øgiliga stóran týdning, tá ið vit tosa at varðveita bygdirnar og menna ta einstøku bygdina, at skipanin við barnagørðum og frítíðarskúlum verður verandi á staðnum, tí at tú ert nógv longur í barnagarðinum, enn tú ert í skúla, sum hevur ein annan leiklut. Hann brynjar næmingin til at fara út í tað vanliga lívið, sigur Heðin Zachariasen.

Tí halda tey í býráðnum, at tey byrja frá byrjanini og útvega næmingunum teir bestu møguleikarnar fyri innlæring. Nýggi Skúlin við Streymin fer at hava allar fasilitetir. Tað vil sambært borgarstjóranum siga, at hvørja ferð tey brúka eina krónu til skúlan í Sunda kommunu, brúka tey hana til allar næmingarnar í kommununi, sama hvat bygd tú býrt í.

Tilgongdin í málinum hevur verið drúgv eftir, at Sunda Kommuna  setti sær fyri, at "Fólkaskúlin í Sunda Kommunu, 1. til 10. flokk, verður frá skúlaárinum 2016/17 skipaður sum ein felags skúli fyri allar næmingar í kommununi. Skúlin fær navnið Skúlin við Streymin".

Men so verður ikki, tí skúlarnir í Hósvík og Hvalvík verða varðveittir við sínum 1., 2. og 3. flokki.

Sunda Kommuna fevnir um 11 bygdir: Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Tjørnuvík, Saksun, Haldórsvík, Langasand, Oyrabakka, Oyri, Norðskála og Gjógv.

Nýggi skúlin verður staðsettur á Oyrarbakka sum ein skúladepil, ið fer at vera har, sum núverandi Norðskála- Oyrar skúli og Felagsskúli eru.


Myndin:
Fólkaatkvøðan í Sunda Kommunu um at varðveita ella niðurleggja skúlarnar í Hósvík og Hvalvík gekk ikki, sum Heðin Zachariasen, borgarstjóri, og býráðið annars einmælt hevði samtykt. Skúlarnir verða varðveittir.

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni