Tíðindi
21.03.2022
Í næstum fara skúlarnir í ávísum skúlaøkjum undir at royna Skúlanetið sum teir fyrstu; royndartíðin varir eitt ár. Sum skilst verða onnur øki knýtt upp í Skúlanetið, áðrenn royndartíðin er liðug. Endamálið við royndartíðini er eitt nú at lýsa, hvør uppgávan hjá kt-vørðinum er í skúlanum, nú fólkaskúlarnir verða knýttir í Skúlanetið.
- Kt-vørðurin er og verður trygdin fyri, at tøknin kann tæna undirvísingini hjá læraranum og skúlaarbeiðinum hjá næmingunum. Hann hevur sín dagligdag í skúlanum og arbeiðir onkursvegna ímillum ta stóru skipanina, sum er Skúlanetið, og gerandisdagin í skúlanum. Við Skúlanetinum eru vit í eini skiftistíð. Skúlanetið er undirstøðukervið í øllum undirvísingarverkinum. Allir lærarar og næmingar í fólkaskúlanum og lærarar og lesandi á hægri útbúgvingarstovni vera í Skúlanetinum. Royndartíðin fer at lýsa uppgávuna og ábyrgdina hjá kt-vørðinum í hesum nýggja veruleikanum, eisini tørvin á teimum tænastum, sum kt-vørðurin skal røkja, og tað er bæði tænastu til lærarar og næmingar. Tað er eingin ivi um, at uppgávan hjá kt-vørðinum broytist við nýggju skipanini í og við, at hann er leysari av kt-trygdini og netinum enn hann hevur verið. Í Skúlanetinum er kt-røkt, net og alt hugsandi í tí sambandi fyri alla skúlaskipanina skipað í einum stovni. Kt-vørðurin fer ikki sum áður at dagføra teldur, skipanir, net og slíkt; hansara uppgáva verður meiri at loysa ymiskt her og nú og sjálvandi at ganga á odda við at undirvísa og vegleiða um, hvussu tøknin kann brúkast í undirvísingini og sum arbeiðsamboð hjá lærarum og næmingum, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Skúlanet er skipað sum samstarv millum Undirvísingarstýrið, Nám, KT Landsins, kommunur, skúlar og útbúgvingarstovnar. Talan er um eina felags rakstrar- og tænastuskipan, ið skal menna og reka eitt vælvirkandi og trygt kt-net fyri alt undirvísingarverkið. Skúlanet skal loysa tær truplu kt-uppgávurnar fyri undirvísingarstovnarnar, og við vælvirkandi og tryggum kt-kervi gera tað lættari at samstarva. Lyklaorð eru trygd, synergi, standardisering og fyrimunir við stórrakstri.
- Tað er gott, at vit fáa ein góðan og tryggan grundvøll at byggja kt-nýtsluna í fólkaskúlunum, og at allir skúlar í Føroyum eina nøktandi kt-skipan við hesum.
Tað eru nógv ár síðan, at lærarar høvdu høvi at útbúgva seg sum kt-vørðir. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at so skjótt royndartíðin í skúlunum er liðug, og vit kenna uppgávuna hjá kt-vørðinum, eigur nýggj útbúgving at verða boðin út lærararnar.
- Tað er alneyðugt, at lærarar sleppa at útbúgva seg seg sum kt-vørður, og at útbúgvingin er sniðgivin til tær uppgávur, ið kt-vørðurin skal varða av.
Nýggj heildarætlan fyri kt-umsiting í undirvísingarverkinum varð løgd fram og handað Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, í Norðurlandahúsinum tann 4. september 2020. Tann 23. apríl 2021 samtykti Løgtingið, at heildarætlanin skuldi fremjast, og 40 mió. kr vórðu játtaðar á fíggjarlógini til tey næstu fimm árini.
- Tær 40 mió. krónurnar, ið vóru játtaðar til at menna kt-umsitingina í skúlaverkinum, eru roknaðar til at menna eina lestrarfyrisitingarskipan. Tað vóru ikki játtaðir pengar til at menna Skúlanetið. Av tí sama leggur menningin av Skúlanetinum stórt fíggjarligt trýst á fyrisitingina og fólkaskúlarnar.
Mynd: Ólavur Frederiksen