Tíðindi

Skúlar síggja ikki alla happing

Eisini skúlar, ið gera nógv at fyribyrgja happing, lítisgera ágang og síggja ikki álvarsliga happing, sum ikki hóskar inn í viðtiknu allýsingina av, hvat happing er. Granskarar nevna hetta ”blindar vinklar” í arbeiðinum hjá skúlunum at basa happing

29.01.2016

– Skúlar arbeiða við eini nullhugsjón, tá ið talan er um happing, og siga, at teir hugsa um alla happing. Men tá ið eitthvørt hendir, sum liggur uttanfyri ta viðtiknu allýsingina av, hvat happing er, hendir tað mangan, at skúlarnir einki gera við málið ella koma til ta niðurstøðu, at talan er ikki um happing, sigur Ingunn Marie Eriksen, granskari á norska instituttinum fyri gransking, uppvøkstur og vælferð (NOVA).

Hóast nógvir pengar eru brúktir til átøk at basa happing, og nógv tiltøk eru sett í verk, so minkar talið á teimum, sum verða happað í skúlunum í Noregi, ikki serliga nógv. Saman við Selmu Therese Lyng á AFI, Arbeiðsgranskingarinstituttinum, hevur Ingunn Marie Eriksen roynt at finna út av, hvat skúlar, ið bera orð fyri at vera góðir skúlar, gera fyri at skapa eitt betri umhvørvi fyri næmingar.

Høg mál

Eftir forkanningar hava granskararnir valt út 20 skúlar, sum eru millum teir bestu, tá ið talan er um at arbeiða miðvíst og virkið fyri at fyribyrgja og basa happing.

Hetta eru skúlar, sum hava sett sær høg mál og hava góðar vanar. Okkara endamál var at finna út av, hvussu hesar skúlar hugsa, arbeiða og handfara mál, sum hava við psykososiala umhvørvið hjá næmingunum at gera, sigur Eriksen.

Granskararnir eru komnir til ta niðurstøðu, at ”blindir vinklar” eru í arbeiðinum hjá skúlunum at basa happing:

• Tá ið starvsfólk í skúlunum fyrst og fremst leggja dentin á eina skeiva valdsjavnvág millum tann, ið er fyri happing, og tann ella tey, sum fremja hana, um somu tíð sum ágangurin verður endurtikin yvir tíð, verða óreinar tvístøður og ágangur útilokað, sum í veruleikanum kann verða javnsett við happing.

• Duld happing verður sædd sum gentufyribrigdi. Stórur dentur verður lagdur á tvístøður millum gentur og gentubólkar, tá ið talan er um ágang umvegis at spjaða slatur, útspilling og «bitching». Tað verður tosað lítið um hetta, tá ið samsvarandi trupulleikar eru við dreingjum.

• Uppfatanin, at næmingar eru «ov sartir» ger, at ágangur verður gjørdur til einkis. Subjektiva upplivingin hjá næminginum at vera fyri ágangi verður lítisgjørd, tí sagt verður, at børn mugu tola eitt sindur av.

Svíkja

Granskararnir halda, at hetta, ið teir eru komnir fram til, er ógvuliga ørkymlandi, tí hetta eru skúlar, sum hava allar fortreytir at gera tað rætta:

– Tá ið góðir skúlar við dugnaligum starvsfólki svíkja, hvussu er støðan so á skúlum, ið ikki arbeiða miðvíst við happing? spyr Ingunn Marie Eriksen.

Sambært granskarunum siga skúlarnir, sum taka lut í kanningini, at teir brúka ta nýggjastu vitanina í granskingini innan happing.

– Hetta er sjálvsagt gott, men tað merkir ikki, at øll ganga í takt. Tí er tað ikki løgið, at skúlarnir stríðast við tað sama, sigur Eriksen.

Eitt, ið skúlarnir hava í felag, er, at teir leggja ov lítlan dent á at skapa ein felagsskap millum næmingarnar.

– Nógvir skúlar eru upptiknir av og duga væl at hava eftirlit við næmingunum í og uttan fyri tímarnar og at hava góð viðurskifti við næmingarnar, men teir undirmeta týdningin av at skapa kenslu av felagsskapi, sigur hon.

Trúfesti vantar

– Tá ið kenslan av trúfesti millum næmingarnar vantar, er gróðrarbotnur fyri, at happing kemur í.

Sambært lærarum og leiðslum eru avbjóðingarnar í næmingaumhvørvinum ikki tær somu, sum tær hava verið fyri eini tíð síðan. Vit síggja meiri av duldari happing og duldum ágangi, meðan sjónliga og likamliga happingin er nærum burtur:

– Beinleiðis happing við likamligum harðskapi og ókvæmisorðum er næstan burtur í skúlunum, sum vit hava kannað, sigur hon.

Petter Skarheim er stjóri í norska Kenslumálaráðnum, sum hevur bílagt NOVA-álitið. Í viðmerking til útsagnir frá granskarunum um, at ágangur verður lítisgjørdur, sigur hann:

– Allir næmingar eiga at verða tiknir í álvara. Skúlastjórin og lærararnir skulu ikki lítisgera ágang ella happing, sum børn eru fyri. Tað eru upplivingarnar hjá børnum, sum gera av, um skúlarnir gera tað nóg gott, sigur hann.

Sambært Skarheim er eingin umbering fyri ikki at arbeiða miðvíst og virkið fyri at basa happing, hóast tað er krevjandi.

– Vit hava nógva vitan, og tað kemur alla tíðina meiri, tí happingin broytist alla tíðina og fer fram á nýggjum pallum. Vit mugu alla tíðina arbeiða fram ímóti at bøta førleikarnar hjá teimum, sum arbeiða í skúlanum, sigur hann.

Ingunn Marie Eriksen sigur, at skúlarnir halda, at tað er ringast at koma duldari happing til lívs.

– Hóast skúlarnir eru greiðir yvir, hvat fyri happing fer fram, kenna teir seg máttleysar í mun til happing, sigur hon.

Um kanningina

Norska Kenslumálaráðið hevur biðið NOVA og AFI kannað psykososiala umhvørvið í skúlanum í Noregi. Fyrsta álitið snýr seg um, hvussu ymsu skúlatiltøkini, Olweus, Zero, PALS og Respekt, verða brúkt í skúlanum, og hvussu tiltøkini verða eftirmett.
Skúlastjórar, lærarar, heilsufrøðingar og onnur starvsfólk umframt næmingar í 20 skúlum eru spurd. Umframt hava granskarar gjørt neyvari kanningar í fýra skúlum í tríggjar vikur.

Kelda: dagsavisen.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni