Tíðindi

Skúlar missa møguleikan at gera royndar- og menningarvirksemi

At taka møguleikan frá skúlum at royna ymiskt nýskapandi og spennandi royndar- og menningarvirksemi sendir eitt keðiligt signal, nevniliga at skipanin als ikki er áhugað í nøkrum nýggjum. Tað sigur Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

03.12.2024

Einki nýtt royndar- og menningarvirksemi verður sett í gongd í 2025, men longu givnar játtanir halda fram. Tað er ein av sparingunum, sum skulu gerast á fólkaskúlaøkinum komandi ár. Nógvir skúlar søkja um at sleppa undir royndar- og menningarvirksemi á hvørjum ári, og vanliga verða einar 25 umsóknir játtaðar. Jóhan M. Stenberg heldur, at royndar- og menningarvirksemi hevur stóran týdning.

- Tað, sum er gott við royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum, er, at vit fáa nýggj eygu á summi viðurskifti í skúlanum, á skúlaskapin, sum vit kenna hann. Rætt og slætt, at vit kunnu gera okkara arbeiði í skúlanum á annan hátt enn vit hava gjørt. At taka henda møguleikan frá skúlunum ger sjálvsagt, at vit fáa færri møguleikar at royna ymiskt. Vit missa møguleikan at forvitnast at gera ymiskt øðrvísi.

Royndar- og menningarvirksemi hevur vanliga verið smærri verkætlanir, men hetta skúlaárið er skipanin umløgd frá smærri verkætlanum til færri og størri verkætlanir. Tað heldur Jóhan M. Stenberg er harmiligt.

- Nógvar smærri verkætlanir, sum ikki kosta nógv, fáa ikki møguleikan. Hesar kunnu hava líka stóra ávirkan á skúlaskapin sum tær stóru. At taka møguleikan frá skúlum at royna ymiskt nýskapandi og spennandi royndar- og menningarvirksemi sendir eitt keðiligt signal, nevniliga at skipanin als ikki er áhugað í nøkrum nýggjum. Tá ið eg hugsi um, hvussu siðbundin skúlin er, er tørvur á, at mann viðhvørt kann gera eitthvørt, soleiðis at mann sær, at læring kann síggja øðrvísi út enn vit eru von. Tað er sera harmiligt, at henda skipanin steðgar.

Hóast onkur av verkætlanunum, sum fáa og hava fingið játtað tímar, ikki førir til nakað víðari, so hava tær týdning, tí lærararnir og næmingarnir hava roynt okkurt nýtt, okkurt annað, heldur Jóhan M. Stenberg.

- Vit hava sæð, at nógvar verkætlanir hava verið væl eydnaðar. At vit ikki sleppa at vera forvitin at hugsa skúlan øðrvísi, broyta og tillaga, er í sjálvum sær harmiligt. Við royndar- og menningarvirksemi hava lærarar og leiðslur kunnað hugsað verkætlanir at náa næminginum betur, at finna nýggjar loysnir, nýggjar mátar, og tá ið verkætlanin er liðug, kann mann taka samanum og meta, hvørt tað er eydnast ella ikki. Forvitni at gera nakað nýtt innan fyri skúlagátt má mann hava.

Les eisini: https://www.skulabladid.fo/landsst%C3%BDrismanninum-vi%C3%B0-sk%C3%BAlam%C3%A1lum-vantar-dirvi

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni