Tíðindi

Skúlanum tørvar ein holistiska fatan av handverki og list

Fleiri kanningar og granskingarverkætlanir uttanlands hava víst eina gagnliga ávirkan, tá ið kreativitetur verður raðfestur sum ein sjálvsagdur og inngrógvin partur av undirvísingini.

30.03.2023

Nám hevur seinastu árini skundað undir at fáa skúlarnar at raðfesta kreativu lærugreinirnar og handaligu førleikarnar. Í grein í Skúlablaðnum á heysti í 2020 undir heitinum Varskó! Handverk og list skal á breddan nú, vísir greinahøvundurin Birgir Kruse, ritstjóri á Námi, til kanning, sum Katrin Bech, táverandi verkætlanarleiðari á Námi, hevur gjørt. Kanningin var ein heildarmeting av støðuni, og niðurstøðurnar vóru órógvandi lesnaður. Tí varð skjøtil settur á arbeiðið at útvega skúlunum bøkur og undirvísingartilfar, ið hevur til endamáls at styrkja um kreativu og handaligu førleikarnar og áhugan fyri handverki og list í fólkaskúlanum.

Síðani eru fleiri bøkur komnar, tríggjar í tali, til teir yngru skúlaflokkarnar í grund- og miðdeild. Og nú legst aftrat.

Higartil hevur stórur dentur verið lagdur á at sameina læring og kreativitet og eggja til skapandi og spælandi læring í skúlanum. Lítið hevur tó verið gjørt burtur úr kunnleikanum til sjálvt handverkið og hegni og førleikar at brúka hendur og kropp; at læra at brúka penslar, stokkar, nál og hamara til dømis.

Tað er júst hetta, sum 30 ára gamla Sandra Sørensen úr Hoyvík ger við heimasíðuni binda.fo og bókini Binda, sum er eitt nýbrot í føroyskum skúlaskapi.

Hugskotið til sjálva bókina er sprottið úr heimasíðuni binda.fo og er skrivað við tí endamáli at kveikja áhugan fyri binding og tí handverki, sum binding í veruleikanum er.

- Í bókini verður hugsað um at skapa og læra sjálvt handverkið frá grundini. Tilgongdin er spælandi, stuttlig og fjølbroytt, og hugsað er gjølla um gera tilfarið so ítøkiligt sum gjørligt til næmingar og lesaran annars at brúka og lata seg kveikja, sigur Sandra Sørensen.

Bókin er skrivað í einum løttum tóna og er serliga væl egnað til undirvísing í grund- og miðdeild fólkaskúlans. Men hon er eisini viðkomandi hjá vaksnum, ið hava hug at læra seg gamla, siðbundna føroyska handverkið, sum ongantíð fer av móta og alla tíðina mennist. 

- Tað er ymiskt, hvussu børn og vaksin læra. Tí hevur tað havt stóran týdning fyri meg sum høvund, at talan er um tekst, myndir og livandi myndir og filmsbrot. Summi læra best við at lesa kunnandi vegleiðingar, onnur eru meira visuell og hava tørv á livandi myndum. Tí eru leinki at finna í bókini til myndir, tekningar og filmar á netinum, sigur Sandra Sørensen.

Binda er bók, sum Sandra Sørensen úr Hoyvík hevur skrivað eftir áheitan og í samstarvi við Nám.

Bókin er væl egnað sum undirvísingartilfar í grund- og miðdeild fólkaskúlans.

Bókin er 176 blaðsíður, og tað er Nám, sum stendur fyri útgávuni.

Sandra Sørensen eigur og rekur heimasíðuna binda.fo

Tikið úr grein í Skúlablað nr 2, 2023, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað.

Les alla greinina í blaðnum. 

Mynd: Birgir Kruse


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni