Tíðindi
13.06.2024
Skúlanetið er ætlað at taka sær av KT-tólum í skúlanum. Skúlanetið fer á henda hátt at taka sær av nøkrum av teimum uppgávunum, ið KT-vørðurin áður hevur røkt. Hetta merkir tó á ongan hátt, at tørvurin á KT-vørðinum gerst minni, heldur tvørturímóti. Skúlanetið opnar KT-vindeygað á víðan vegg; tað hevur longu økt munandi um KT-nýtsluna, og uppgávan at fáa tøknina nýtta rætt og at vegleiða lærarum og næmingum fer at vaksa heldur enn minka.
Lærarafelagið hevur saman við KT-varðafelagnum víst á tørvin, at KT-vørðurin fær meira tíð til sítt virksemi, og at virksemið og ábyrgdarøkið hjá KT-vørðinum verður lýst; hetta arbeiðið er í gongd.
- Tað verður framvegis stórur tørvur á, at hava KT-vørðin í skúlunum til at hava ábyrgd av tøknini á staðnum og at ráðgeva, vegleiða og hjálpa lærarum og øllum næmingunum í skúlanum. Saman við Skúlanetinum er ein tænasta eisini ment, við einari sentrala KT-hjálp á Námi, sum lærarar kunnu ringja til, um teirra telda ella netið ikki riggar sum ætlað, men hendan hjálpin hevur sínar avmarkingar, tí nógv av hjálpini krevur, at tann, sum hjálpir, er á staðnum og kennir skúlaumhvørvið. Ein annar partur er støðan, tá teldan hjá næminginum ikki riggar; skal so hvør næmingur sær ringja til sentralu KT-hjálpina, ella skulu foreldrini ringja til KT-hjálpina teirra vegna? Saman við Skúlanetinum eigur nýggj KT-varðaútbúgving eisini at vera skipað sum skjótast, so at KT-vørðurin er betur ílatin til at nøkta tørvin í skúlunum, nú Skúlanetið flytur skúlarnar í eina nýggja tíð, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður felagsins.
At vinna lærarunum sømiligar sømdir og at menna fólkaskúlan liggur altíð frammarlaga í arbeiðinum hjá Lærarafelagnum. Ein partur av hesum arbeiði er við áhaldandi at lýsa støðuna í skúlunum og at vísa á møguligar loysnir yvir fyri myndugleikunum.
- Sjálvandi skulu lærarar og skúlaleiðarar hava hóskandi arbeiðsumstøður. Ein partur, ið vit mugu fylgja serliga væl við í, er nýggja ásetingin frá seinastu semjuni um KT-vørðin, sum gera, at skúlamyndugleikin nú kann áseta arbeiðstíðina, ið KT-vørðurin fær tillutaða. Fyrr var útrokningin ásett í einum frymli. Vit fylgja væl við í hesum. Vit vita neyvt, hvat hvør skúli fekk tillutað í tíð til arbeiðið sum KT-vørður hetta skúlaárið. Eitt er víst, og tað er, at tørvurin á skikkaðum KT-vørðum er vaksin við Skúlanetinum og tí talgilding av fólkaskúlanum, sum fer fram í løtuni. Ein roynd at skera í tíðini, sum KT-vørðurin fær tillutaða til at tæna skúlanum, lærarunum og næmingunum, kann ikki grundgevast í umleggingum í fólkaskúlanum, men vil einans vera í eini ætlan at spara í fólkaskúlanum.