Tíðindi
29.04.2024
Hava evstu skúlamyndugleikarnir nóg gott innlit í skúlan, soleiðis sum hann veruliga er? Ein skúlastjóri, ið Skúlablaðið hevur samrøðu við í blaðnum, sum kom í desember, setir spurnatekin við, hvørt tey, sum stinga kósina út fyri skúlan, hava rætta innlitið og følingina við, hvussu veruleikin er í skúlanum í dag, hvussu tað er at vera lærari, og hvussu tað er at vera næmingur. Jóhan M. Stenberg er formaður í Skúlaleiðarafelagnum. Hann skilir útsøgnina frá skúlastjóranum, men hann heldur tó, at leiðslurnar í øllum fólkaskúlunum í Føroyum hava møguleikar at tosa sína søk yvir fyri myndugleikunum.
- Skúlaleiðarar hitta evstu skúlamyndugleikarnar á økisfundi, sum er á hvørjum ári, og í leiðslubólkinum, sum kemur saman eina ella tvær ferðir um árið. Á øllum hesum fundunum eru umboð fyri Undirvísingarstýrið, og tá verður kjakast um skúlaviðurskifti, og viðkomandi mál verða nærri viðgjørd. Tó eru hesir fundirnir merktir av, at myndugleikin fortelur, hvat koma skal. So lurtar mann eitt sindur, og so koyrir tokið víðari.
- Tað er rætt, at evsti skúlamyndugleikin kemur ikki á gátt í øllum skúlum í landinum, men summir skúlar fáa vitjan, og tað ber til at hava innlit í skúlan, hóast tú ikki kemur á gátt. Sjálvandi kemur tað fyri, at myndugleikar taka avgerðir, sum skúlaleiðslur ikki meta eru rættar, og sum tær eru sannførdar um verða tiknar út frá ov vánaligum innliti. Men vilja skúlaleiðslurnar koma á tal við myndugleikarnar og tosa sína søk, so hava tær møguleika fyri tí. Tað ræður um at brúka henda møguleikan.
Í samrøðu í Skúlablaðnum sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi, at tað í høvuðsheitum er gott fyri skúlan, at myndugleikar, stovnar og onnur sleppa til orðanna um skúlan, men tað er ikki altíð, at tey, sum hava eina meining um skúlan, kenna hann so væl, sum tey halda, at tey gera.
- Fá teirra, sum hava greiðar meiningar um, hvussu alt eigur at vera, vita, hvussu tað í veruleikanum er at undirvísa ella at reka og leiða ein skúla. Skúlastjórar eru í einum leiðslubólki, sum samskiftir við myndugleikarnar á einum yvirskipaðum stigi, men eitt er at lurta eftir okkum, og annað er at uppliva skúlan, sum hann veruliga er. Tað er púra hvør sítt.