Tíðindi
15.06.2023
Eitt uppskot fyriliggur, sum fer at geva flestu skúlunum meira tíð til leiðslu. Uppskotið leggur eisini upp til, at vit sleppa burtur úr verandi skipan, ið er bygd upp í trinum. Soleiðis sum skipanin er nú, kann leiðslutíðin minka meira enn eitt triðingsstarv, um samlaða næmingatalið í skúlanum lækkar við einum næmingi. Hetta ger leiðslurnar í skúlunum sera viðkvæmar. Nýggja skipanin er umrødd í nevndini í Lærarafelagnum og í nevndini í Skúlaleiðarafelagnum og somuleiðis løgd fyri skúlaleiðararnar.
Føroya Lærarafelag arbeiðir eisini við øðrum spurningum, sum hava við leiðsluna í skúlanum at gera, eitt nú saman við KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hvussu skúlaleiðarar verða løntir fyri at skipa skúlastýrisvalið og fyri at hava ábyrgd av forskúla. Lærarafelagið er farið undir samráðingar við KAF um at fáa hesar avtalur upp á pláss. Tað eru fleiri forskúlar, tí eigur hetta at verða skipað í felags avtalu. Sambært næmingatølum hjá Undirvísingarstýrinum verða tað 11 forskúlar komandi ár, fyri 10 árum síðan vóru tað bara tríggir forskúlar.
Skúlaleiðarafelagið er enn virkin partur av norðurlendska samstarvinum millum skúlaleiðslur í NLS, Nordisk Lärarorganisationers Samråd. Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, Jónleif Johannesen, er umboð í samstarvinum. Høvuðsevnið á fundinum síðsta heyst var leiðslutíð, umstøður og tryggleiki. Har kom tað fram, at skúlaleiðslur í Norðurlondum hava stórar avbjóðingar í sínum arbeiði, og at arbeiðið tyngir meiri og meiri. Hetta ávirkar hugin at virka sum skúlaleiðsla, og hagtølini fara skeivan vegin. Víst var á, at fleiri og fleiri skúlaleiðslur umhugsa at finna sær annað starv, og alsamt fleiri meta, at arbeiðsbyrðan er ov tung. Talið av umsóknum til leiðslustørvini fækkast. Eisini vísti ein kanning, at skúlaleiðslur eru sera nógv útsettar fyri at vera fyri ágangi á sosialu miðlunum. Ein skúlaleiðsla er t.d. tríggjar ferðir so útsett sum ein skúlalærari. Hesa avbjóðingina kenna vit aftur her heima.