Tíðindi
03.05.2016
Mentamálaráðið hevur staðið fyri góðum PLET-skeiðum, har leiðslur hava fingið persónligar avbjóðingar og ment amboð at samstarva og leiða. Hetta skeiðið er góð grund at byggja leiðslustarvið á, og Mentamálaráðið átti at skipað eftirfylgjandi skeið, har leiðarum stendur í boðið diplomútbúgving í leiðslu.
Fyri Mentamálaráðið eigur tað at verða ynskistøða, at leiðararnir eru so væl útbúnir sum gjørligt at styrkja føroyska fólkaskúlan. Ein felags útbúgving kann eisini hava við sær, at skúlaleiðarar “tosa sama mál” og við størri nyttu kunnu samskifta og sparra í gerandisdegnum.
Landstýriskvinnan í mentamálum hevur borið fram, at leiðsluútbúgving er frammarlaga í huganum á átøkum í MMR. Mín vón er, at talan er um dygga leiðsluútbúgving, ið líknast kann við diplomútbúgvingina, ið Føroya Handilsskúli bjóðar.
Tað er eingin loyna, at tað sýnist sum at Mentamálaráðið er undirmannað og hevur ikki orkuna at samskifta við leiðslurnar í tann mun havt verður í huga við atliti at starvsfólkarøkt. Samskiftið er einvegis, og sjálvt alt ov fáu felags skúlaleiðararfundirnir leggja ikki upp til framlítandi kjak.
Eg havi upp í saman víst á, at ein drúgvur kunnandi fundur á heysti ikki er nøktandi. Hvussu nógvir fundir skulu verða árliga, fari eg ikki at áseta, men í minsta lagi átti talan at verið um tveir. Ein um heystið til kjak um ymiskt innan skúlans gátt, og ein um várið at kunna um tiltøk í eftirfylgjandi skúlaári – kanska tímajáttanin so eisini hevði komið stundisliga, heldur enn sum nú, at vit eru í mai og ikki hava fingið tímarnar enn.
Eitt kjakevni, ið kundi verið gagnligt fyri skúlan kundi verið “Leiðslufrælsi og arbeiðstíð”. Virksemisætlanirnar eru góðar í hesi tíð, har alt ov nógv fokus er á sparing, men hugaligt hevði verið at umrøtt leiðslufrælsi í mun til virksemisætlanirnar – hvat kunnu vit loyva okkum, og hvussu kunnu vit betra arbeiðsumstøður lærarans og okkara egnu? Arbeiðstíðin er eisini evni, ið javnan stingur seg upp í leiðslupráti – hví meta so nógv, at leiðslutíðin er ov lítil, og hvørjar uppgávur hugsar MMR at vit loysa?
Um tiltøk skulu fremjast innan skúlans gátt, er ein fortreyt fyri góðum úrsliti, at Mentamálaráðið og skúlaleiðarar draga eina – og somu – línu. Eitt gott høvi at finna samstarv hevði verið at fundast regluliga, við hóskandi skrá og møguleikanum at kjakast.