Tíðindi
23.10.2017
Skúlaleiðarafelag Føroya hevur umrøtt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni um at gera frávik í ásetingini um at hava landsroynd á hvørjum ári. Felagið tekur undir við, at ongar landsroyndir verða í skúlaárinum 2017/2018. Men felagið tekur ikki undir við at steðga longur á enn tað, tí felagið heldur, at talgildar landsroyndir eiga at verða aftur á vári 2019.
- Tíðin til landsroyndirnar verða hildnar í 2019 skal nýtast til at lýsa øll hugsandi viðurskifti við royndini, t.d. hví hava landsroyndir, hvat endamálið er við royndum, hvørjir flokkar skulu taka lut og hví, hvørjar lærugreinar og hví, um samsvar er millum royndarhald, førleikamál og dagligu undirvísingina og so framvegis, sigur Skúlaleiðarafelagið í hoyringarskrivi sínum.
Skúlaleiðarafelagið heldur, at allir áhugabólkar skulu hoyrast, og at tað er sjálvsagt, at ein nýtilig tøknilig loysn má finnast, tí landsroyndir skulu haldast, heldur felagið.
- Undantakið skal bert vera galdandi fyri verandi skúlaár t.v.s. 2017/2018.
Skúlaleiðarafelagið er felag fyri allar skúlastjórarnar og fyrstulærararnar í fólkaskúlanum. Tom Joensen er formaður í Skúlaleiðarafelagnum.