Tíðindi
14.04.2025
Arbeiðið við heimasíðuni byrjaði sum ein norðurlendsk royndarverkætlan saman við skúlum úr Danmark og Íslandi, men av fíggjarávum er hon steðgað. Fyri at ætlanin ikki skal fara fyri skeytið, hevur skúlin gjørt av at keypa eitt útlendskt konsept, sum verður tillagað til heimasíðuna hjá Fuglafjarðar skúla.
Á hesi heimasíðuni skal vera øll kunning, sum næmingur og foreldur hava brúk fyri á sínum máli ella einum máli, tey skilja væl um alt, teimum tørvar, tá ið talan er um at ganga í skúla í bygdini, líka frá, hvat barnið skal hava við í skúla, og nær foreldrafundur er, til hvønn leiklut foreldur hava, og hvat skúlin væntar av foreldrum og næmingi. Tað er ikki løtuverk at gera eina slíka heimasíðu. Nógvu tjóðskapirnir, sum eru umboðaðir í skúlanum í Fuglafirði, gera, at málini, sum týðast skulu til, eru nógv.
- Vit hava gjørt alt tilfarið, sum skal liggja til grund fyri tí, sum vit skulu kunna um á heimasíðuni. Tað, sum er eftir at gera, er at fáa tað týtt til ymsu málini, og har fara vit helst at brúka vitlíki. Vit høvdu ætlanir um at hava hesa heimasíðuna klára skjótt, men av tí at vit bara hava fingið játtan til verkætlanina í eitt ár, fer tað at ganga eitt sindur av tíð, áðrenn hon er klár. Hetta er alt arbeiði, sum lærarar gera við síðuna av sínum starvi.
Tað ganga 299 næmingar í Fuglafjarðar skúla; hetta skúlaárið eru umleið 28 tjóðskapir umboðaðir.
- Vit hava næmingar úr øllum heiminum so at siga; summi hava verið her í nógv ár, men vit fáa javnan nýggjar næmingar uttan úr heimi. Tað ger, at vit altíð hava fleiri næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur Berlys Toftadal.