Tíðindi

Skúladagurin í Danmark ov langur

Nýskipanin av fólkaskúlanum í Danmark verður javnan eftirmett; nýggjasta eftirmetingin vísir, at skúlastjórar og kommunur eru komnar væl áleiðis at nýskipa skúlan; næmingarnir trívast, men fleiri næmingarnar nú samanborið við síðsta ár halda, at skúladagurin er ov langur.

11.11.2016

Í august fór danski fólkaskúlin undir triðja árið, eftir at hann er kollveltandi nýskipaður. Nýggjasta eftirmetingin vísir, at tað hevur ikki ávirkað fakliga førleikan og trivnaðin hjá næmingunum at fara frá einari skipan til eina aðra, hvørki positivt ella negativt. Yvirskipað hava fakliga menningin og trivnaðurin hjá næmingum verið støðug hetta tíðarskeiðið, síðan skúlin varð nýskipaður; trivnaðurin er kvinkaður eitt sindur upp.

Úrslitini vísa eisini, at kommunur og skúlastjórar hava betri tamarhald á bygnaðarligu broytingunum í kjalarvørrinum á nýskipanini. Tað fatar til dømis um at fáa námsfrøðingar betur upp í arbeiðið, sum fer fram í skúlunum. Námsfrøðingar hava fingið fleiri nýggjar uppgávur; serliga er talan um lektiuhjálp og virksemi, sum hevur rørslu við sær. Bara fáar broytingar síggjast í lýsingunum hjá lærarunum av undirvísingini.

Størsti parturin av næmingunum trívist, teir halda, at undirvísingin er áhugaverd, og teir hava gott samband við lærarar og námsfrøðingar. Í vár vístu 82 prosent av næmingunum á, at skúladagurin er ’eitt sindur ov langur’ ella ’alt ov langur’. Nýggj kanning frá Epinion í august vísir, at fleiri skúlar í ár samanborið við í fjør halda fast í longdina á skúladegnum. Tá ið næmingarnir lýsa skúladagin, siga teir, at tað ofta er annað virksemi enn undirvísing, og teir siga í minni mun frá, at skúladagurin er ov langur.

Ráðharrin í skúlamálum hevur júst sent lógaruppskot til hoyringar, sum fer at hava við sær, at førleikarnir hjá skúlastýrunum verða betri; hetta fer at gera, at skúlastýrini í framtíðini fara at kunna úttala seg um tímatalvuna, áðrenn skúlaárið byrjar. Hetta fer at skapa eina betri javnvág millum skúla- og frítíðarlívið hjá næmingum.

”Endamálið við nýskipanini av skúlanum er at skapa ein fjølbroyttari skúladag, og tøl frá síðsta skúlaári vísa, at vit eru ikki komin á mál enn. Har skúladagurin er fjølbroyttur, síggja vit, at fleiri næmingar halda, at skúladagurin er passaliga langur. Tá ið vit gera eina nýskipan sum hesa, ta størstu nakrantíð, er væntandi, at broytingarnar ikki sláa ígjøgnum alla staðni í senn, men tað er upp á tíðina, at næmingar fáa eina motiverandi undirvísing við læring á ymsan hátt,” sigur Ellen Trane Nørby, ráðharri.

Næmingar um skúlan:

Fakligi áhugin hjá næmingum er øktur eitt sindur.
Talið á næmingum, sum halda, at skúladagurin er ’eitt sindur’ ella ’alt ov langur’ er øktur úr 46 % í 2014 til 82 % í 2016.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni