Tíðindi

Skúlabókavørðirnir alt ov fáar tímar til sínar uppgávur

- Vantandi tíðin, vit hava til okkara arbeiði, er størsta avbjóðingin, sum skúlabókavørðir hava, sigur Lis í Jákupsstovu, forkvinna í Skúlabókasavnsfelagnum, ið er undirfelag í Føroya Lærarafelag.

16.09.2016

Er tað nakað øki innan skúlans gátt, sum hevur verið fyri kollveltandi broytingum, man tað vera skúlabókasavnið. Frá at vera eitt afturlatið rúm við bókahillum á tremur við bókum, ið venda ryggin til brúkaran, er bókasavnið í dag mangastaðni ein námsfrøðiligur tænastudepil, ið er sjálvur kjarnin í skúlanum; eitt opið og innbjóðandi rúm við hópin av tænastum, og tænastum, ið røkka langt út um siðbundnu bókina.

Hóast hesar kollveltandi broytingarnar er arbeiðstíðin hjá teimum, ið skulu røkja hesa tænastuna, ikki dagførd; arbeiðsuppgávurnar eru bara øktar, uttan at meiri tíð er sett av til uppgávurnar, og kunngerð og arbeiðslýsing eru heldur ikki dagførdar.

At hetta er ógvuliga óheppið, hevur felagið hjá skúlabókavørðunum víst á óteljandi ferðir.
- Av tí at skúlabókavørðirnir hava alt ov fáar tímar til sínar uppgávur, eru skúlabókasøvnini í ov stóran mun siðbundin skúlabókasøvn og í ov lítlan mun námsfrøðiligur tænastudepil, hóast tað mangastaðni verður lagt upp til tað seinna; tað er eingin ivi um, at vit vilja flyta okkum til í størri mun at gerast tænastudepil. Men skulu vit koma hagar, mugu vit hava betri umstøður. Størsta gáttin hjá okkum at sleppa upp um er tímarnir, ið sum heild eru alt ov fáir, sigur Lis í Jákupsstovu, forkvinna í Skúlabókasavnsfelagnum.

Tað eru serliga skúlar, sum hava upp til 2-300 næmingar, ið eru illa fyri, tá ið talan er um bókasavnstímar; og í Føroyum eru hesir nógvir í tali. Bókasavnstímar verða roknaðir eftir einum frymli, sum er næmingatalið minus 20 næmingar faldað við einum býtistali.
- Hetta er ein løgin og óskiljandi frymil, tí hann hevur als ikki fyrilit fyri uppgávunum og funktiónini hjá skúlabókavørðunum, heldur Skúlabókasavnsfelagið.
    
Kunngerðin, ið skúlabókavørðir hava at arbeiða eftir, treingir til dagføring. Hon nevnir einki um taskubøkur, sum er vorðið eitt stríð í nógvum skúlum.

Lesið drúgva samrøðu við Lis í Jákupsstovu í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

    

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni