Tíðindi
24.02.2017
“Í felag loysa vit týdningarmiklar spurningar,” segði Jákup av Skarði, blaðstýrari á Skúlablaðnum, sum kom út í 1930 sum royndarnummar. Í ár er Skúlablaðið komið út í 85 ár samanlagt.
Fyrsta royndin at geva út eitt fakblað fyri føroyskar lærarar varð gjørd í 1923. Hetta fyrsta nummarið av Føroya Skúlablað var ógvuliga framsøkið og hevði stórar ætlanir, men lærarar tóku ikki undir við blaðnum. Eftir trý nummur, eitt í 1923 og tvey í 1924, datt útgávan niðurfyri. Johan Kallsoy var blaðstjóri og tann einasti, sum skrivaði í blaðið.
Skúlablaðið - soleiðis sum vit kenna tað í dag - kemur á fyrsta sinni út í desember 1930 sum eitt royndarnummar. Árið eftir - í 1931 í januar - kemur fyrsta regluliga blaðið, og kunngjørt verður í blaðnum, at ætlanin er at hava fýra útgávur um árið. Blaðstjóri er Jákup av Skarði, útgevari er enn sum áður Føroya Lærarafelag, sum tá æt Føroya kennarafelag. Formaður Føroya kennarafelags tá var Mikkjal á Ryggi, lærari í Bø.
Blaðið er komið út síðan, undantikið í 1941 og 1942. Sum skilst í nógvum teimum fyrstu Skúlabløðunum fingu føroyskir lærarar danska fakblaðið Folkeskolen.
Stevnumiðið fyri blaðið finna við í høvuðsgreinini í royndarblaðnum. Har sigur blaðstýrarin, at felagið vónar, at blaðið kemur at vera til gagns fyri felagið og felagsskapin. Aðalfundur felagsins hevur til tá verið einasta forumið hjá lærarum í Føroyum, og tað er ov lítið, ikki minst tí aðalfundurin er á ólavsøku, og ófriður er á teimum flestu; “tað ræður um at fáa hetta frá hondini sum skjótast,” sum blaðstýrarin tekur til.
Í allarfyrstu royndini at geva Skúlablað út í Føroyum í 1923 og aftur í royndarnummarinum í 1930 verður eggjað lærarum at geva sítt íkast til blaðið, tað veri seg viðmerkingar, greinir, annað tilfar og eisini góð hugskot. Nú Skúlablaðið rundar teimum 85 árunum er tað áheitanin frá núverandi blaðstjórn.
Í apríl í 2007 fekk Skúlablaðið heimasíðu; heimasíðan hevur sostatt 10 ár á baki í ár.
Blaðstjórar á Skúlablaðnum:
1930-1938: Jákup av Skarði (1903-1964)
1938-1940: Rikard Long (1889-1977)
1941-1942: eingi bløð
1943-1944: Marius Johannesen (1905-1986)
1944-1956: Marius Johannesen og Jacob M. Kjeld (1901-1965)
1956-1967: Marius Johannesen og Ludvig Petersen (1918-1993) Nøkur bløð í 1956 var Marius Johannesen einsamallur blaðstjóri
1967-1974: Edmund í Garði (1928-1994) og Jóhannes Enni (1927-1999)
1974-1976: Eilif Samuelsen (1934) og Jóhannes Enni
1976-1981: Eilif Samuelsen, Árni Dahl (1946) og Pauli Nielsen (1943)
1981-1986: Christoffur Jensen (1942) og Pauli Nielsen. Seinni í 1986: Hans Trygvi Henriksen (1955) og Pauli Nielsen
1987-1988: Hans Trygvi Henriksen
1988-1989: Inga Høgenni (1952)
1989-2001: Hanus T. Bærentsen (1953)
2001-2002: Jón Ingi Ejdesgaard (1959)
2002- : Turið Kjølbro (1967)
Tað ber til at lesa meiri um søguna um Skúlablaðið her: http://www.skulabladid.fo/fo-FO/Um-Sk%C3%BAlabla%C3%B0i%C3%B0/S%C3%B8gan.aspx