Tíðindi
25.03.2019
Skúla-FM er úrslitið av eini samstarvsavtalu ímillum Mentamálaráðið og Íverksetarahúsið, og endamálið við avtaluni er at menna áhugan hjá fólkaskúlanæmingum til íverksetan. Næmingar í framhaldsdeildini sleppa her at royna síni skapandi evni og hugflog innan nýhugsan og fáa høvi til at arbeiða við og leggja fram egin hugskot. Hetta er sjeynda árið skipað verður fyri skúla-FM (www.iverksetan.fo)
Í august varð skeið hildið fyri lærarum, og síðan fingu næmingarnir undirvísing í íverksetan, innovatión og leiðslu, sølu og framleiðslu. Áðrenn finaludagin hevur íverksetarahúsið verið á luttakandi skúlunum og greitt næmingunum frá, hvussu tey kundu gera powerpoint-framløgur til skúla-FM finaluna.
Hanna Jensen, mentamálaráðharri, setti dagin. Hon segði m.a., at av teimum næmingum, sum í dag byrja í 1. flokki, koma fleiri teirra at arbeiða í størvum, sum enn ikki eru til. Síðan byrjaðu sjálvar framløgurnar frá bólkunum, har tey greiddu frá teirra hugskoti. Sjey bólkar vóru við henda dagin, og tað var sera ymiskt, hvørji hugskot bólkarnir høvdu arbeitt við. Við til dagin vóru næmingar úr E Nám, Skúlanum á Fløtum, Nám X, Skúlanum við Løkin og Skúlatrøð. Hugskotini vóru sera ymisk, t.d. hevði ein bólkur gjørt guitarplektarar úr seyðahorni, ein annar bólkur vildi bjóða fram eina tænastu, har fólk kunnu keypa matvørur inn á netinum og síðan fáa tær koyrdar til dyrnar, og ein triði bólkur hevði arbeitt við hugskotinum um at gera eina vatnpark, fyri at nevna nøkur av hugskotunum.
Vinnandi bólkurin var úr Skúlanum við Løkin. Teirra hugskot var ein app, sum tey nevndu SuLaGlu, hetta er ein stytting fyri sukur, laktosu og gluten. Endamálið við app’ini er, at hon skal kunna nýtast sum vegleiðing til matvørur í handlum, og harvið hjálpa fólki at keypa inn, um tey hava tørv á at vita, um okkurt av hesum evnum er í matvørum ella ikki. Ásannandi at alsamt fleiri fólk eru ovurviðkvom ella ikki tola hesi evni, ynskti hesin bólkurin at lætta um, bæði hjá teimum, ið møguliga eru ovurviðkvom, men eisini hjá avvarðandi ella fólki, ið kanska skulu hava døgurðagestir, sum ikki tola hesi evni.
Tónleikabólkurin Løkin-band setti sín dám á dagin við tónleikainnsløgum, og floksfelagar hjá næmingunum, ið vóru við í skúla-FM, syrgdu fyri góðum stemningi, tí tey vóru komin at stuðla sínum floksfeløgum. Alt í alt eitt sera gott og læruríkt tiltak, sum avgjørt fleiri skúlar áttu at roynt at verið við til.
Tekstur og mynd: Ragnhild Olsen