Tíðindi
16.01.2025
Børn og ung brúka meginpartin av síni frítíð á skíggjum. Sárbær ella viðkvom børn og ung eru í serligum vanda fyri at gerast bundin av skíggjum. Ofta tekur skíggin yvir hjá børnum og ungum, ið hava diagnosur eitt nú ADHD og autismu, og fleiri av teimum brúka lættliga millum 60 og 80 tímar um vikuna á skíggjum, tað er; nærum tvær fullar arbeiðsvikur. Ofta ivast foreldur og professionell um, hvussu nógv skíggjatíð er hóskandi, nær skíggin er gagnligur, og nær tað er neyðugt at avmarka skíggjatíðina. Hjá nøkrum børnum er skíggin einasti staðurin, har tey hava succes ella framburð og kenna seg sum part av einum felagsskapi. Hvat hendir við tí sosiala, tá ið mann tekur skíggjan frá hesum børnum? Og hvussu handfer mann barnið, ið verður útfarandi (udadreagerende), tá ið skíggjatíðin verður avmarkað, ella mann tekur skíggjan frá barninum. Hesir spuringar kunnu fáa foreldur at aftra seg við at taka skíggjan frá barninum, ella avmarka tíðina barnið brúkar á skíggjum.
Aida Bikic er útbúgvin sálarfrøðingur, phD og granskari. Samstundis sum hon, seinastu 16 árini, hevur arbeitt í barna- og ungdómspsykiatriini í Suðurjútlandi, granskar hon eisini á Syddansk Universitet. Hon granskar serliga í, hvussu skíggjar ávirka børn og ung kensluliga og kognitivt.
24. februar 2025 kemur Aida til Føroya at hava ein evnisdag, har hon leggur nýggjastu granskingina fram um skíggjanýtslu hjá sárbærum børnum og ungum við diagnosum eitt nú ADHD og autismu. Dagurin er serliga ætlaður fakfólki, men foreldur eru vælkomin at tekna seg.
Hvør er orsøkin til stóru skíggjanýtsluna hjá børnum og ungum við diagnosum?
Hesi børn hava ofta munandi størri skíggjanýtslu samanborið við børn, ið ikki hava psykiatriskar diagnosur. Sambært Aidu eru fleiri orsøkir til tess; talan er um eina samanrenning av, at skíggin er tað einasta, barnið fær hugsavnað seg um, eins og barnið dugir tað væl, umframt kennir seg sum part av einum sosialum felagsskapi uttan fyri skúlan. Samstundis óttast foreldur ósemjuna og alternativið, um tey avmarka skíggjatíðina.
Tað liva nógvar mytur millum foreldur og fakfólk, eitt nú at ADHD og autismuheilanum tørvar eina fríløtu á skíggjanum. Um barnið hevur eina órógvandi atferð í skúlanum, kann skúlin loyva barninum at fáa eina “fríløtu” á skíggjanum, men ofta er talan als ikki um eina veruliga “fríløtu” hjá barninum, men eina fríløta hjá teimum, sum eru kring barnið. Tað kann tykjast sum, at børn við ADHD og autismu “hvíla seg”, tá ið tey brúka skíggja. Skíggin gevur teimum smáar og títtar lønir (belønning), men tíverri bendir onki á, at barnið hvílir seg framman fyri skíggjanum, tvørturímóti koyrir heilin í fullari ferð, og dopamin og adrenalin floymir inn yvir heilan, meðan kroppurin nærum er óvirkin. Gransking (evidens) bendir á, at nógv skíggjanýtsla ger støðuna hjá nógvum børnum verri. Skíggin yvirstimbrar barnið, og hetta kann elva til, at tað gerst truplari hjá barninum at hugsavna seg og fella til ró, eins og tað kann ávirka svøvnin og sosialu førleikarnar. Mistrivnaður og ADHD eru millum eyðsýndastu vansarnir fyri at menna bundinskap av skíggjum og negativa atferð. Gaming Disorder er viðurkend diagnosa í diagnostisku skipanini ICD-11 og sipar til bundinskap av telduspølum.
Aida sigur, at gransking – m.a. hennara egna gransking – vísir, at tá ið mann minkar um skíggjatíðina hjá børnum við ADHD, minka súmptomini eisini. Í hennara granskingarverkætlan luttóku 142 børn við ADHD og familjur teirra. Skíggjatíðin hjá børnunum varð minkað úr 7-8 tímum niður í 2-3 tímar dagliga. Bæði børn og foreldur upplivdu eina røð av positivum úrslitum, m.a. fingu tey betur hugsavnað seg, tey svóvu betur og høvdu færri ósemjur.
Hvussu handfer tú sum fakpersónur trupulleikan?
Fólk, ið arbeiða við børnum og ungum, eru ofta ósikkur, tá ið tey skulu vegleiða børnum, ungum og teirra familjum um skíggjatíð, tí nær tosar mann við støði í egnum hugburði, og nær er talan um evidensgrundaða vitan? Og er tað í roynd og veru í lagi, at fakfólk koma sær upp í privatlívið hjá ymsu familjunum?
Á evnisdegnum fært tú eitt evidensgrundað støði at arbeiða út frá. Aida leiðir okkum gjøgnum nýggjastu granskingina um skíggjanýtslu og diagnosur og viðger m.a. spurningar um, hvussu ymiskt innihald, t.d. sosialir miðlar og telduspøl ávirka børn og ung kensluliga og kognitivt, um hvørt stór skíggjatíð, ger hugsavning og onnur ADHD líknandi súmptom verri, eins og komið verður inn á, nær talan er um bundinskap av skíggjum, og hvat mann kann gera, um mann longu er vorðin bundin av skíggjum.
Tað kann vera trupult hjá fakfólki at tosa við foreldur um skíggjanýtsluna, tí tað er eitt kensluborið evni. Tað er serstakliga trupult at tosa um skíggjatíð við foreldur at børnum við diagnosum. Hvussu byrjar mann samrøðuna, og hvussu varðveitir mann eitt gott samstarv. Aida gevur tær amboð til, hvussu tú kanst skipa samrøðuna, og hvussu mann kann hjálpa familjum at minka um skíggjatíðina hjá børnum og ungum, so trivnaðurin økist.
Evnisdagurin verður hin 24. februar 2025
Tú kanst lesa meiri um evnis á www.grit.fo ella ringja til Gitte Klein á 730730. Til ber eisini at senda ein teldupost til grit@grit.fo