Tíðindi
08.05.2021
Í grundgevingini at lata Skála skúla virðislønina sigur Lærarafelagið, at Skála skúli er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.
Seinnu árini hevur Skála skúli arbeitt miðvíst fram ímóti, at alt í skúlanum er burðardygt. Tey vaksnu hava gingið undan, og næmingarnir hava verið skjótir at tikið við. Tey endurnýta mestsum alt, brúka rusk og leivdir, framleiða burtur úr burðardyggum tilfari, skilja burturkast í fastari skipan, og so taka tey heimini við, soleiðis at umhvørvisvinarliga tilgongdin røkkur inn í hvørt heim, har skúlabørn eru.
Hetta er annað árið, at Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður latin. Hon verður latin í samstarvi við Betri og Føroya Náttúru og umhvørvisfelag og handað, tá ið Føroya Lærarafelags hevur aðalfund. Í fjør vann Eysturskúlin í Havn.
Meiri um vinnararnar mánadagin.