Tíðindi

SKULU øll ganga 9 ár í skúla?

At 8. og 9. flokkur kann vera ein truplur og sensitivur aldur hjá nøkrum næmingum sæst javnan í skúlunum. Hesi ungu mugu fáa møguleikar at mennast øðrvísi, enn støðan er í dag. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

12.02.2025

Tey av okkum, ið gingu í skúla í 70-unum ella 80-unum, og onnur við eisini, minnast sjálvsagt næmingar, sum fóru úr skúlanum eftir 7. flokk ella møguliga mitt í 8. flokki. Tað var oftast talan um dreingir, ið vóru sera skúlatroyttir og høvdu ofta eisini ilt við at klára skúlans karmar og krøv, so teir ynsktu seg bara burtur. Ofta fóru teir til sjós. Fleiri á Flemish Cap. Hóast blaðungir vísti hetta seg oftast at vera tað rætta fyri teir. Tað, eg veit, blivu allir fólk. Ja, skilafólk, og nógvir eru góðir yvirmenn á skipum tann dag í dag. Teir orkaðu bara ikki 8. flokk ta tíð tað var, men komu so fyri seg aftur nøkur ár seinni.

Í § 4 í fólkaskúlalógini frá 1997 stendur m.a., at “Fólkaskúlin er ein 9 ára grundskúli ...” Og í § 41 “eitt og hvørt undirvísingarskyldugt barn hevur skyldu at ganga í fólkskúla, um tað ikki á annan hátt fær undirvísing, ið kann javnmetast við ta, sum vanliga verður kravt í fólkaskúlanum. Og víðari stendur í stk 2, at “ikki kann verða kravt, at barn verður skrivað inn í fólkaskúlan, um so er, at tann, ið hevur ábyrgdina av undírvísing barnsins, váttar skrivliga, at hann sjálvur vil skipa fyri undirvísingini. T.v.s. formlig undirvísingarskylda, men reel skúlaskylda í 9 ár, tí at kalla eingin hevur bæði tíð, umstøður, innlit og førleikar at undirvísa børnum sínum heima.

Men so stendur eisini í stk. 3 “Leiðari skúlans kann eftir áheitan foreldra loyva at næmingur eftir 7 ára skúlagongd heilt ella lutvíst lýkur undirvísingarskylduna við arbeiði, vinnuligari útbúgving ella undirvísingartilboði sambært § 9, 2. stk., um so er, at tað av serligum orsøkum verður hildið at vera best fyri næmingin”.

Hetta er áhugaverdur lógartekstur, sum eftir mínari meting, alt og sjáldan verður borin upp á mál. Ja, stórt sæð ongantíð. So er spurningurin, hví hetta ikki verður nevnt sum ein møguleiki, tær fáu ferðirnar tað kundi verið viðkomandi, tí hetta stendur neyvan til stuttleika í lógartekstinum.

Eitt er vist. Tað fer altíð at vera eitt fátal av næmingum, sum av einhvørjari orsøk ikki trívast í skúlunum. Og sjálvt um allir skúlar so ella so hava trivnað og inklusjón við í sínum gerandisarbeiði, so er altíð ein vandi fyri, at onkur nú og tá mistrívist og ikki orkar skúlan.

Tað hevur verið tosað nógv um næmingar við serligum tørvi. Hvat kann gerast fyri at hesi trívast og klára seg, og hvussu vit eitt nú kunnu bøta um og umgangast skúlaaftran. Tað er sjálvsagt gott og neyðugt, men hvat við teimum skúlatroyttu næmingunum, sum møguliga eisini hava onkrar bókstavir at dragast við? Hesir, sum § 41, stk 3 sipar til. Í staðin fyri at hála hesar næmingar ígjøgnum 8. og 9. fl., har teir ofta læra lítið og einki, tí motivatiónin er í botni, áttu hesir heldur heilt ella lutvíst at kunnað lúkað undirvísingarskylduna við arbeiði, vinnuligari útbúgving ella alternativum undirvísingartilboði. Eitt øðrvísi 9. floks prógv, sum tó eigur at geva atgongd til eitt lærupláss, um so er, sum stórur partur av ungdóminum fer í holt við í hesum árum.

Skipanir mugu setast í verk, sum hjálpa hesum næmingunum víðari á leiðini. At 8. og 9. flokkur kann vera ein truplur og sensitivur aldur hjá nøkrum næmingum sæst javnan í skúlunum. Hesi ungu mugu fáa møguleikar at mennast øðrvísi, enn støðan er í dag. Eitt nógv tættari og betur skipað samstarv við arbeiðspláss og vinnulívið sum heild, er tiltrongt. Hesir næmingar, oftast dreingir, eru bara at kalla steðgaðir upp í skúlanum, tí teir eru skúlatroyttir og orka ikki mentalt.

Tað er sjálvsagt ikki nakað garanti fyri, at slíkar skipanir rigga fyri øll, men vónandi og væntandi fyri nógv.

Vit skylda at hjálpa hesum ungu, sum oftast stríðast eina tíð í ungdómsárunum, áðrenn tey koma fyri seg aftur og vita, hvat tey ætla. Samfelagið fær tað aftur fleirfalt seinni.

Og, jú. Í útgangsstøðinum skulu øll ganga 9 ár í skúla, tó við nøkrum tillagaðum og broyttum skipanum, tá tað gerst neyðugt.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni