Tíðindi
01.12.2016
Í vegleiðingini, sum Mentamálaráðið hevur sent øllum skúlaleiðslunum í landinum, er ásett, hvussu nógvar skrivligar uppgávur Mentamálaráðið mælir til at næmingurin í 8., 9. og 10. flokki eigur at skriva í lærugreinunum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði; ásett er eitt minstakrav umframt eitt viðmælt tal. Til dømis verður í donskum ásett, at næmingurin eigur at skriva í minsta lagi 5 framsetingar ellar stílar, tó verður viðmælt, at hann skrivar 6. Áður var galdandi, at næmingar skrivaðu 8 framsetingar.
- Tríggjar færri framsetingar er ógvuliga stór minking; vit skulu minnast til, at framsetingarnar, sum næmingurin skrivar til próvtøku og terminsroyndir eru íroknaðar. Sostatt er bert tvær, tríggjar framsetingar at skriva restina av skúlaárinum.
Munur verður gjørdur á lærugreinunum, eitt nú verður danskt raðfest lægri og enskt hægri.
- Eg kundi hugsað mær at fingið at vitað, hví mett verður, at næmingurin skal skriva færri uppgávur í føroyskum og serliga donskum og fleiri í enskum. Tað er ein sannroynd, at meginparturin av okkara ungu fara til Danmarkar at lesa, tískil er skilagott, at tey duga væl at skriva danskt. Tað er eingin saklig ella faklig grundgeving fyri at raðfesta danskt lægri enn hinar lærugreinirnar; hugburðurin er eftir øllum at døma, at vit skulu gloyma danskt og hugsa meiri enskt. Sjálvandi eru vit fegin um, at enskt verður raðfest hægri, men vit duga ikki at síggja, hví danskt skal rakal raga samsvarandi llmsv.
Broytingin í útrokningini av skrivligum avrikum gongur verri út yvir summar skúlar, tí til 10. flokk er bert játtað tíð til 80 % av næmingunum.
- Nýggja ásetingin ger mun á skúlum. Í teimum smærru skúlunum, sum hava 10. flokk, er vanligt, at flest allir næmingarnir velja føroyskt, danskt, enskt og støddfrøði. Í teimum størru, har næmingarnir hava fleiri valmøguleikar, eru størri sannlíkindi fyri, at ikki allir næmingar velja hesar lærugreinir. Sostatt verða teir smærru skúlarnir við 10. flokki verri fyri samanborið við teir størru.
Lesið samrøðu við Herálv Jacobsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum, sum kemur í morgin.