Tíðindi
21.10.2016
Helst hava allir lærarar og flestu foreldur eina hugsan um talgildu royndirnar. Útsagnirnar hava samanumtikið verið sera neiligar, og fólk hava verið ótrúliga frustrerað! Og helst av røttum, og tað er óivað ein natúrlig reaksjón og avleiðing av, at so nógvar forðingar og villur hava verið, síðan royndirnar byrjaðu. Tískil hevur ikki skortað við atfinningum. Men kortini havi eg varhugan av, at tað gongur rætta vegin.
Eg taki lutvíst undir við summum atfinningum. T.d. eri eg samd í, at tað er ein dáragerð yvirhøvur at hava landsroyndir í náttúru og tøkni í 4. flokki. Ein partur í náttúru og tøkni er at fara út í náttúruna at kanna, lukta og føla. Hesin partur verður onkursvegna køvdur, og teoretiski parturin, ið tey skulu til roynd í, fer við allari tíðini. Sostatt síggja lærarar royndirnar sum eina forðing fyri natúrligari og mennandi undirvísing.
Vit eiga at spyrja: Hvat vilja vit kanna? Og hví vilja vit kanna hetta? Ber til at bakka og steðga hesum royndum? Ja, tað ber til.
Eg taki eisini undir við atfinningunum um, at fyrisagnirnar í føroyskum í 9. flokki eru ov lættar … ella eri eg tað?
Hví eru tær ov lættar? Jú, tí fortreytirnar eru púra broyttar. Frá einans at hava orðabókina sum hjálparamboð ber nú til at brúka øll amboð, t.d. mállærubøkur, alnetið og so framvegus.
Fyrisagnirnar í sjálvum sær vóru helst ikki ov lættar, um fortreytirnar ikki vóru broyttar.
Ber til at bakka? Ja, tað haldi eg! T.d. við at steingja netið og lata næmingarnar skriva á eitt blankt word-skjal, meðan lurtað verður eftir fyrisøgnini, og at orðabókin verður einasta hjálparamboð. Tástani fáa vit eina veruliga mynd av, um næmingurin dugir at stava … og um hann dugir at seta komma.
Vansin við hesi loysn er tó, giti eg, at tað ikki er so lætt at máta og seta inn í hagtalslistar. Men hagtalsyvirlit eru óbrúkilig, um tey ikki vísa veruleikan. Hagtølini í hesum samanhangi vísa ikki, hvussu væl næmingurin dugir at stava.
Her eiga vit aftur at spyrja: Hvat er tað vit vilja kanna?
Eg taki undir við atfinningunum um, at lesifatanin í føroyskum í 9. flokki er ov løtt, og at hon ikki kannar tað, ið ætlanin var við henni. Nevniliga um næmingurin skilir, fatar og dugir at lesa ein tekst. Næmingar duga væl at brúka telduna og duga væl at leita og finna svarini við at nýta tøkniligar snildir uttan í roynd og veru at lesa tekstin. Teir skoyta omaná, leypa uppum, har garðurin er lægstur, eins og tá ið teir reika á netinum.
Skulu vit bakka?
Nei! Her eiga tillagingar at gerast, eitt nú við øðrvísi spurningum, har næmingurin verður noyddur at lesa tekstin, hugsa og hugsavna seg um innihaldið, soleiðis at hann vísir, at hann fatar tekstin til fulnar.
At bakka í hesum føri merkir at sloyfa lesifatanaruppgávurnar, og tað haldi eg er spell, tí eg haldi onkursvegna, at dagsins næmingum tørvar uppgávur, har teir noyðast at hugsa seg um, at reflektera og taka ymisk sjónarhorn við fyri at finna rætta svarið.
Atfinningar hava verið um, at framsetingarnar í føroyskum, donskum og enskum bara eru talgildar. Eg eri samd í, at tað er ein vansi fyri summar næmingar. Men fyri teir flestu er eingin trupulleiki. Lærarar kenna sínar næmingar og kunnu tosa við teir um, hvørt teir ynskja uppgávurnar prentaðar ella ei. Próvstovan eigur sjálvandi at síggja til, at hesar eru leiðslunum í hendi í góðari tíð.
Um næmingar eru, ið ikki megna at skrolla upp og niður á skíggjanum, eigur næmingurin at fáa hjásitara, ið kann stuðla.
Endurspegla royndirnar so gerandisdagin?
Nei, tað gera tær helst ikki, tí flestu skúlar brúka ikki telduna í gerandisdegnum. Men at tað verður gerandisdagurin í framtíðini, ivist eg onga løtu í. Tí eiga vit eisini at halda fast við talgildu royndirnar, men vit eiga eisini at duga at bakka viðhvørt og gera tær tillagingar, ið eru neyðugar.