Tíðindi

Skulu vit avmarka og útseta skíggjanýtsluna hjá okkara børnum og ungu sum longst?

Í gjár setti Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna N. Joensen, skrivligan fyrispurning eftir grein 53 í tingskipanini. Spurningurin snýr seg um skíggjatíð, snildfon og sosialar miðlar.

20.09.2024

Tingmaðurin vil vita um almennu skíggjaráðini frá 2021 eru eftirmett, um nøkur kanning er gjørd, sum leggur skíggjanýtslu hjá føroyskum børnum og ungum undir luppin, um mann veit, hvørja ávirkan skíggjanýtsla og sosialir miðlar hevur á børn og ung, um hvat landsstýrismaðurin heldur um hugskoð at heita á foreldur at bíða við at geva børnum snildfon til 14 ára aldur, og um vit eiga at styrkja talgilda dannilsið hjá børnum og ungum.

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur tingmaðurin millum annað, at telduskíggjar, teldlaskíggjar, talvuskíggjar, flatskíggar, snildfonaskíggjar fylla ómetaliga nógv. Ein sonn kollvelting er farin fram, bæði tá hugsað verður um tólbúnað (hardware) og ritbúnað (software). Og internetið hevur síðani fullkomiliga endavent øllum. Tøknin er komin fyri at verða, eingin ivi um tað.

- Mitt í øllum hesum skíggjameldri melur einstaka menniskjað. Framvegis minnast mong okkara ein heim og eina tíð, har skíggin ikki var so týdningarmikil, men góður at hava at stytta stundir við.

Sambært skíggjatilmælinum hjá Fólkaheilsustýrinum frá 2021, so vóru børn í 1971 ímiðal 4-5ára gomul, tá tey byrjaðu at hyggja í sjónvarp, meðan tey í 2008 vóru 5 mánaðir gomul – og við tí tøknimenning, ið er farin fram síðani tá, so eru børnini neyvan eldri í 2024, tá hugsað verður um skíggjabyrjan, skrivar Bárður á Lakjuni.

- Eitt barn nýtti kanska í miðal upp í ein tíma um dagin frammanfyri skíggjan fyri30-40-50 árum síðani, meðan tað verður mett, at børn og ung í dag nýta í miðal millum 4-7 tímar við skíggjarnar um dagin. «Við tí skíggjatíð, eitt barn hevur í dag, hevur tað brúkt eitt heilt ár á skíggjum, tá ið tað er 7 ára gamalt» verður sagt í somu skíggjatilmælum frá 2021.

Í 2021 fingu vit í Føroyum almenn skíggjaráð, har tað m.a. verður sagt, at «Verða mørk ikki sett fyrinýtsluni, kann hon hava neilig árin á svøvn, sálarliga -og kropsligaheilsu, málsligar førleikar, atferð, yrkisføri, vekt, hugsavnan og harvið trivnað og menning.»

- Víst verður á, at ótálmað skíggjanýtsla eisini hevur negativa ávirkan á m.a. uppmerksemi, málmenning, sosialar førleikar, sjón, motorik, atferð og sálarheilsu. Serliga er tað snildfonin og sosialu miðlarnir, ið fylla nógv hjá flestøllum, men allarmest hjá ungdómi og børnum. Tað er á sosialu miðlunum, at mesta skíggjatíðin verður nýtt. Sosialu miðlarnir hava latið dyr upp fyri ymiskum gagnligum, har tað t.d. er lætt at samskifta og halda sambond við líka, at finna onnur við somu áhugamálum o.s.fr. Tó, so eru sanniliga eisini avbjóðingar, ið m.a. kunnu elva til óhepna atferð, tungar kenslur o.s.fr.

Tingmaðurin vísir til eina feska, danska kanning sum Epinionhevur gjørt fyri Red Barnet og TrygFonden. Hon sigur, at 69% av 9-17 ára gomlum í Danmark hava upplivað talgildan ágang (digital krænkelse) ella hava havt óunniligar upplivingar á netinum seinasta árið. Kanningin byggir á svar frá 4.171 børnum og ungum í hesum aldri. Bara síðani 2021, tá líknandi kanning varð gjørd, er talgildi ágangurin týðiliga vaksin – tá var hann 42%.

- So vítt eg veit, hava vit í Føroyum ikki slíkar kanningar, men hugsandi er, at støðan ikki er ólík teirri í Danmark. Talgildi ágangurin inniheldur sambært donsku kanningini m.a.: ógvisligar myndir og videobrot; útihýsing; happing; at vera fotograferaður ella filmaður uttan samtykki; at fáa fúlar og óhóskandi myndir sendandi; at verða avpressaður; at fremmand, vaksin fólk royna at fáa samband –eisini nevnt grooming. Kanningin sigur eisini, at børnini og tey ungu hava tað ikki lætt við at siga frá ella biðja um hjálp, tá slíkur ágangur fer fram, m.a. tí at tey halda, at slíkar ógvisligar upplivingar bara eru partur av tí at vera online, og tey vilja, duga ella tora ikki at siga frá.

Í innganginum til almennu føroysku skíggjaráðini verður m.a. sagt soleiðis: «Í 2020 gjørdi Gallup eina kanning fyri Fólkaheilsuráðið, ið m.a. kannaði skíggjanýtslu hjá 526 føroyingum. Kanningin vísti, at 86 % av monnunum og 84 % av kvinnunum brúktu fleiri enn tríggjar tímar á skíggjum í miðal um dagin, tá ið nýtslan í sambandi við arbeiðið ikki varð tald við. Gallupkanningin vísir, at flestu føroyingar brúka skíggja fleiri tímar um dagin enn ráðiligt er sambært nýggju skíggjaráðunum.»Ikki kann sigast annað, enn at støðan er álvarsom. Børnini og tey ungu í dag vaksa upp í einum heimi, har ið skíggjar, sosialir miðlar og spøl eru ein fullkomiliga integreraður partur av tilveruni. Tey kenna ikki til annað, meðan flestu vaksnu framvegis hóma ein barn-og ungdóm, har veruleikin var øðrvísi.

Havandi í huga, hvørja ávirkan – bæði sinnisliga og likamliga – ovurhonds skíggjatíðin hjá fyrst og fremst børnunum og ungdóminum hevur, so er alneyðugt, at tey vaksnu – her ímillum eisini politiska skipanin – er árvakin og gera sítt til at verja og fjálga um uppvaksandi ættarlið í tøkniliga meldrinum, heldur tingmaðurin.

- Ábyrgdin og uppgávan er ómetaliga stór og umfatandi, men samstundis so alneyðug. Í Svøríki hava myndugleikarnir sett forboð fyri fartelefonnýtslu í fólkaskúlanum. Fyrr í ár fekk franski forsetin, Macron, handað eina frágreiðing, har niðurstøðan segði, at myndugleikarnir eiga at seta forboð fyri sosialum miðlum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Frágreiðingin mælir eisini til, at børn upp til 11 ár als ikki skulu hava fartelefon, og at snildfonir skulu vera ólógligar fyri børn til og við 13 ár. Higartil hava vit í Føroyum lagt okkum eftir at upplýsa og ráða til, og kanska er tað framvegis vegurin fram. Kanska ikki. Menningin við vitlíki er ófatilig, og veruleikin, sum vit hava kent hann, fer sannlíkt at broytast í stóran mun innan stutt tíðarskeið. Hvat ynskja vit sum samfelag? Skulu vit avmarka og útseta skíggjanýtsluna hjá okkara børnum og ungu sum longst? Taka vit frælsi frá teimum á henda hátt – ella geva vit teimum frælsi? Umráðandi er at fáa eitt breitt politiskt kjak um hetta stórmál.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni