Tíðindi
14.01.2016
Summir flokkar hava tað orðið á sær, at teir eru versti ella strævnasti flokkurin í skúlanum; felags fyri hesar flokkarnar er, at tað eru ikki næmingarnir í flokkinum, sum hava givið teimum hetta heitið, men helst lærararnir ella leiðslan í skúlanum. Sambært Jens Andersen, sálarfrøðingi úr Danmark, er tað ongantíð heppið at seta slíkt merki á ein skúlaflokk.
- Fær ein flokkur at vita, at tey eru ikki til at hava við at gera, so royna tey alt fyri at liva upp til tað. Tað havi eg sæð nógv dømi um. Í einum slíkum flokki eru tað altíð nógvir foreldrafundir, har foreldrini koma saman at tosa um, hvat gerast skal; tosað verður eisini um, hvør hevur skyldina av, at flokkurin er sum hann er. Prátið gongur heitt, ósemjurnar eru nógvar, og loysnirnar upp á trupulleikarnar ikki serliga semjusøkjandi; tosingarlagið millum tey vaksnu er heldur ikki serliga vaksið. Tað er ofta tá, at kikarin verður settur á nøkur ávís børn, ofta dreingir, sigur Jens Andersen, sum hevði framløgu á SSP-degnum í november um, hvørja ávirkan foreldur hava á m.a. skúlagongdina og trivnaðin hjá børnum.
Tá ið ein flokkur ikki roynist sum hann skal, verður ofta leitað eftir syndabukkum. Og tað er mangan soleiðis, at tað er júst tá, at trupulleikarnir í flokkinum gerast upp aftur størri.
- Setir tú sum foreldur navn á, hvør kanska hevur skyldina av, at flokkurin hjá barni tínum ikki riggar sum hann skal, ert tú sjálvur við til at skapa trupulleikar í flokkinum og kanska gera trupulleikarnar uppaftur verri. Semjast tey vaksnu hinvegin um at tosa virðiliga hvør við annan og um hvør annan, so kann tað verða fyrsta stigið til, at gongdin í einum flokki, sum leingi hevur havt trupulleikar, vendist til tað betra. Eg veit eitt dømi um, at tað hevur tikið nakrar mánaðir at venda gongdini í einum flokki, sum hevur verið kosin at vera versti flokkurin í skúlanum. Eftir kanska 5 mánaðum er flokkurin vorðin tann besti flokkurin, bara tí at tey vaksnu rundan um børnini gjørdu av, at nú skuldu tey fara við hvør øðrum við virðing. At broyta prátingarlagið og mentanina í flokkinum kann vera nóg mikið at fáa ein flokk at virka. Fortreytin er, at øll tey vaksnu taka undir við hesum.
Tað eigur at bera til at fáa allar skúlaflokkar at rigga, soleiðis at felagsskapurin er góður at vera í. Treytin fyri hesum er, at tey vaksnu rundan um børnini eru virkin og arbeiða miðvíst fyri at røkka hesum.
- Sjálvsagt kunnu børn koma í trupulleikar í einum flokki. Ganga hesi børnini í einum flokki, sum ikki riggar, so er orsøkin ofta, at tað eru tey vaknsu, sum ikki eru nóg vaksin og kanska elva til trupulleikarnar. At útihýsa børnum, sum hava ein atburð, ið kann virka ógvusligur, til dømis við ikki at bjóða viðkomandi í føðingardag, er ongantíð eitt gott hugskot. Eg havi eisini sæð dømi um, at øll foreldrini hjá næmingunum í einum flokki hava roynt at fingið eitt barn úr einum flokki - uttan sjálvandi foreldrini hjá ávísa barninum. Úti í lokaløkjunum kann tað vera trupult at fara ímóti meiningini hjá teimum, sum onkursvegna seta dagsskránna, og tí er tað mangan bólkatrýst, tá ein bólkur av foreldrum á henda hátt roynir at fáa øll foreldrini við uppá, at eitt barn skal úr flokkinum hjá børnunum. Tí kann tað vera forloysandi, tá tað er onkur, sum torir at hava eina aðra meining. Foreldrini eru so ógvuliga umráðandi; taka tey øll børnini til sín, so gera børnini tað eisini, og hetta er umráðandi at hava í huga, tá ið vit onkuntíð hava hug at útihýsa onkran, tí tey hava ein atburð, sum onkursvegna er øðrvísi.
Var hesin flokkurin, sum verður kostin versti flokkurin í skúlanum, vanur við at skipa vinabólkar frá fyrsta skúladegi av, var hetta ongantíð komið fyri, er Jens Andersen sannførdur um.
Mynd: Rannvá Egholm