Tíðindi

Skráseting eigur ikki at vera einasta amboðið

Neyðugt er altíð at skilja allan kontekstin hjá næminginum. Tað siga Pætur Zachariasson, sum er sálarfrøðingur og verkætlanarfólk í Námi, og Helga Foldbo, virkisgreinari í toyminum, sum mennir KT-skipanina, Skúlanet

15.08.2023

Í Skúlabløðum fyrr í ár eru greinar um skúlafráveru, har víst varð á tørvin á skráseting og hagtølum. Nevnt varð, at neyv skráseting vantar, og mannagongdirnar við skráseting eru ymiskar, og tí er torført at meta um vavið á fráverutrupulleikanum í føroyskum skúlum. Tøl hjá Undirvísingarstýrinum vísa, at útreiðslurnar til heima- og sjúkraundirvísing eru øktar farnu árini, men tølini siga ikki alt um støðuna, og skuggatøl eru heldur ikki við. Pætur Zachariasson, sum í løtuni fyrireikar granskingarverkætlan um skúlafráveru, saknar kunning og hagtøl um fráveru at nýta í granskingararbeiðinum.

- Hagtøl kunnu siga okkum nakað um, hvussu fráveran hevur útviklað seg í einum tíðarbili, og hvussu hon sær út í dag. Í onkrum førum kunnu hagtølini møguliga eisini geva okkum ábendingar um byrjandi fráverumynstur, so vit kunnu seta inn tíðliga. Hagtølini kunnu eisini vera ein innbjóðing til skúlan at hyggja inneftir og spyrja, hvørji bygnaðarlig viðurskifti kunnu broytast og gerast betri í skúlanum fyri at gerast meiri inkluderandi og motiverandi fyri teir næmingar, sum eru í vanda fyri at falla frá.

Nú Kervi+ við áhugaverdum hentleikum er í umbúna, er Pætur spentur at síggja, hvussu skipanin fer at loysa skrásetingarspurningin. Millum hentleikarnar í skipanini verður skráseting av fráveru, og Pætur metir hentleikan vera kærkomið amboð hjá teimum, sum arbeiða dagliga við skúlagongd og trivnaði hjá næmingum.

Helga Foldbo er virkisgreinari í toyminum, sum mennir Kervi+. Tað vil siga,  at hon greinar og lýsir tað, sum skipanin skal megna at fremja. Kravsetingin, t.e. tilgongdin at kortleggja, hvørjar hentleikar skipanin skal hava, er eitt arbeiði, sum verður gjørt í felag. Kravsetingin fer nevniliga fram á verkstovum, har Helga og toymið savna ymiskar áhugapartar at bera fram sínar hugsanir og ynskir til skipanina.

- Verkstovurnar eru um ymiskar hentleikar, sum skipanin skal hava, og á hvørjari verkstovu er ymiskt fokus, og ymiskir brúkarar verða bodnir við. Brúkarin – viðkomandi, sum luttekur í verkstovuni – er serfrøðingurin, sum fortelur okkum, hvussu skipanin skal mennast. Brúkararnir hjálpa okkum í Undirvísingarstýrinum at kravseta skipanina.

Eftir ætlan fer mann undir at hugsa og menna skrásetingarhentleikan seinni í ár, og tá bjóða Helga og mennaratoymið viðkomandi pørtum á verkstovu í Undirvísingarstýrinum.

- Kravsetingin verður gjørd í felag við leiðslur, førleikastovur, flokslærarar, ráðgevingartoymið á Námi o.o. Fráveruskipanin skal í høvuðsheitum fevna um alt undirvísingarverkið, so neyðugt verður at taka støðu til, hvussu mann skipar skrásetingina til gagns fyri øll. Øll verða spurd, og so sær mann, hvørji felags ynski eru, og um ella hvar mann er ymiskur.

Sambært Pæturi kann komandi skrásetingarhentleikin í Kervi+ hjálpa okkum at betra um skrásetingarmannagongdirnar í skúlunum, men hann leggur dent á, at tað hevur alstóran týdning, at skrásetingin ongantíð stendur einsamøll, tá vit royna at skilja fráveruna og støðuna hjá næminginum.

- Ein skipan er reduktionistisk – hon ger torgreiða dátu um til einfalda dátu – og fortelur okkum ikki alla søguna um støðuna hjá næminginum. Tí má skipanin ikki verða øll loysnin.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2023

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni