Tíðindi

Skrivligu avrikini skulu ikki fylla so nógv

- Eftir mínum tykki er tað áhugavert, at vit námsfrøðiliga flyta okkum burtur frá, at næmingurin ger eitt avrik, sum lærarin tekur heim við sær og rættar, og næmingurin síðan fær aftur, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum

01.12.2016

Hetta skúlaárið eru broytingar gjørdar í tíðini, sum lærarar fáa til at rætta skrivlig avrik í 8., 9. og 10. flokki. Tíðin er broytt frá føstum tímatali til hvønn næming at vera roknað sum akkord fyri hvørt fakið. Avleiðingarnar av hesum eru sambært Lærarafelagnum, at næmingarnir fara at skriva væl færri skrivlig avrik, tí lærararnir fáa ikki løn fyri tað. Hetta stigið er ikki tikið út frá fakligum grundgevingin, men orsakað av sparingum og er eitt stórt bakkast fyri menningina hjá næmingunum, heldur Lærarafelagið.

Landsstýriskvinnan í skúlamálum er ikki samd. Hon heldur, at skrivligu avrikini skulu ikki fylla so nógv.
- Vit eiga í staðin at hyggja nærri at, hvat læring er. Er læring tað, at næmingurin fær nógvar skrivligar uppgávur at gera heima? Skrivligu avrikini í summum lærugreinum hava fylt ov nógv. Eftir mínum tykki er tað áhugavert, at vit námsfrøðiliga flyta okkum burtur frá, at næmingurin ger eitt avrik, sum lærarin tekur heim við sær og rættar, og næmingurin síðan fær aftur við nógvum rættingum, skrivaðar við reyðum. Hugburðurin er heldur, at læringin er nakað, sum hendir í felag í skúlanum; tað er tann hugsjónin, sum liggur aftanfyri, at tað nú fara at verða færri skrivlig avrik – bæði í fólkaskúlanum og á miðnámi.

Í vegleiðingini, sum Mentamálaráðið hevur sent øllum skúlum, er ásett, hvussu nógvar skrivligar uppgávur Mentamálaráðið mælir til, at næmingurin eigur at skriva í lærugreinunum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði; ásett er eitt minstakrav umframt eitt viðmælt tal. Til dømis verður í donskum ásett, at næmingurin eigur at skriva í minsta lagi 5 framsetingar ella stílar, tó verður viðmælt, at hann skrivar 6. Áður var galdandi, at næmingar skrivaðu 8 framsetingar. Munur verður gjørdur á lærugreinunum, eitt nú verður danskt raðfest lægri og enskt hægri.
- Tímarnir verða latnir út frá, hvat verður tilmælt. Tað er sjálvsagt upp til skúlarnar, hvussu nógv skrivligu avrikini skulu fylla. Vil lærarin fara upp um minsta kravið, so kann hann tað.

Orsøkin til at arbeiðstíðin hjá lærarum er broytt, tá ið talan er um at rætta skrivlig avrik, er, at nógvar av uppgávunum eru talgildar, tað vil siga, at lærarin brúkar minni tíð til rætting. Umframt er broytingin gjørd sum partur av semju við Lærarafelagið. Ein onnur orsøk til, at lagt verður upp til færri skrivlig avrik, er, at næmingurin í fólkaskúlanum skal ikki hava størri arbeiðsbyrðu enn næmingurin í miðnámi, sigur landsstýriskvinnan.
- Nýskipanin, ið er gjørd á miðnámi, hevur við sær færri skrivlig avrik; broytingin, sum er gjørd í rokniháttinum at rætta skrivlig avrik í fólkaskúlanum, leggur seg upp at rokniháttinum, sum verður brúktur í miðnámi. Tað vil siga, at næmingarnir í fólkaskúlanum skulu ikki hava so nógv fleiri uppgávur enn teir fáa í miðnámi, sigur Rigmor Dam.

Føroya Lærarafelag metir ikki, at tað er ein gongd leið at lækka talið á skrivligum avrikum, heldur tvørturímóti. Jacob Eli S. Olsen, sum er lærari í støddfrøði í Eysturskúlanum í Havn og limur í nevndini í Lærarafelagnum, hevur verið frammi og sagt, at tað er skeivt at leggja upp til færri skrivlig avrik. Hann sigur, at “skrivlig avrik styrkir fatanina hjá næminginum og gevur læraranum betur innlit í hugsanarháttin hjá næminginum í støddfrøði, so eg betur fái hjálpt í mun til førleikarnar. Lærarar í málsligu lærugreinunum føra somu sjónarmið fram, at innlatingarnar og arbeiðið við innlatingunum eru ein týðandi táttur í arbeiðinum at menna førleikarnar hjá næmingunum. Hetta er enn eitt spariátak í fólkaskúlanum hjá Mentamálaráðnum. Og tað er harmiligt, tí tað ger framhaldsdeildina veikari.”

- Nýggja skipanin fer at verða eftirmett; er tað soleiðis, at nógvir lærarar halda, at hetta er eitt bakkast fyri menningina, so eiga teir at gera vart við tað á røttum stað, og so verður tað tikið við, tá ið eftirmett verður. Tøl hjá Mentamálaráðnum vísa, at skúlarnir hava ikki brúkt alla tímajáttanina fyri skúlaárið 2016/17, sum Mentamálaráðið hevur viðmælt, og sum er tillutað til at rætta skrivlig avrik. So alt bendir á, at tímajáttanin úr Mentamálaráðnum til rætting er nóg høg, sigur Rigmor Dam.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni