Tíðindi
08.12.2015
Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty International Føroya Deild, sigur, at hesir dagarnir, 5. til 15. desembur, er gott høvi hjá øllum skúlanæmingum at vera við í skrivitiltakinum, sum lærarar við at brúka eina løtu at greiða frá tiltakinum hjálpa næmingunum at skriva. Alt viðkomandi tilfar og øll viðkomandi kunning eru at síggja á heimasíðuni: http://marathon.amnesty.fo/
Henda síðan, marathon.amnesty.fo, er nýggj heimasíða hjá Amnesty. Her fæst ymiskt tilfar um mannarættindi og barnarættindi, sum eru viðkomandi at brúka í sambandi við altjóða barnarættindadagin 20. novembur og altjóða mannarættindadagin 10. desembur.
Boðskapurin hjá Amnesty er rætt og slætt, at tú – tað er øll – kanst skipa fyri einum skrivitiltaki.
- Títt tiltakt kann vera stórt ella smátt. Alment ella privat. Úti ella heima. Tá milliónir av fólkum rópa upp samstundis. Senda brøv samstundis, so fremja vit eitt ógvusligt trýst, og tað skapar úrslit. Í einum av trimum málum síggja vit ítøkilig úrslit. Og tú kanst vera við til at gera munin, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty Føroyum.
Við fimm skrivitiltøkum í jólamánaðinum verður heitt á myndugleikarnar í Burkina Faso
og Kongo í Afrika, Sýria og Iran í Miðeystri og Meksiko í Norðuramerika um at lata leys og fría deyðadømd, fongsulsrevsað, pínd og tvingsilsrakt fólk.
Í Burkina Faso varð rætturin hjá gentuni Mariu at ráða yvir egnum lívi og egnum kroppi tikin frá henni, tá hon var bara 13 ára gomul. Pápi hennara noyddi hana at giftast við einum 70 ára gomlum manni, sum longu hevði fimm aðrar konur. Pápin hótti hana eftir lívinum, um hon ikki fylgdi boðum hansara um at gifta seg.
Í Kongo verða fólk fongslað fyri at arbeiða fyri fólkaræði. Í mars í ár (20105) herjaðu kongolesisk trygdarherlið á ein tíðindafund, sum ungdómsfelagsskapurin Filimbi ("floyta" á swahili) skipaði fyri. Filimbi roynir at fáa fólk at vera við í friðarligum politiskum kjaki og tiltøkum. Fred Bauma og Yves Makwambala, bæði eru limir í Filimbi, vóru millum 30 handtikin. Onnur vóru limir í ungmannafeløgum úr Senegal og Burkina Faso umframt altjóða tíðindafólk og ein amerikanskur diplomatur, sum síðani eru latin leys og send av landinum. Fred og Yves eru tó framvegis í fongsli og hava fingið álvarsligar ákærur omanyvir seg.
Í Sýria hava umboð hjá stjórnini tikið eina heila familju, og hon er framvegis horvin. Tað gekst Rania Alabbasi væl sum tannlækni í Damaskus í Sýria, og hon hevði nokk at gera sum mamma at seks børnum: Dima, Entisar, Najah, Alaa, Ahmad og Layan, sum eru millum 3 og 15 ár. Tann 9. mars 2013 komu agentar hjá sýrisku stjórnina til heim hennara og tóku mann hennara. Tveir dagar seinni komu tey eftir henni og børnum hennara. Einki er hoyrt frá teimum síðani tá. Sýriskir myndugleikar hava noktað at geva familjuni hjá Rania nakrar upplýsingar um, hvat hendi, ella hvar tey eru nú.
Í Iran er tann nú 21 ára gamli Saman dømdur til deyða. Saman hevur uppiborið eitt rættvíst rættarmál, ikki deyðan. Hann varð handtikin í 2011, bara 17 ára gamal, fyri at hava verið við í skotbardaga við myndugleikarnar. Hann varð píndur til at játta seg sekan og síðan dømdur til deyða. Søgan um Saman er dømi um, at rættarskipanin í Iran riggar snøgt sagt ikki.
Í Meksiko koyrdi Yecenia Armenta skyldfólk til flogvøllin í juli 2012, tá loyniløgreglufólk steðgaðu henni. Tey tóku hana úr bilinum, bundu fyri eyguni á henni og fóru avstað við henni. Tey ákærdu hana fyri at hava givið boð um, at maður hennara skuldi verða myrdur, og tað eru eingi mørk vóru fyri tí, ið varð gjørt fyri at fáa hana at játta. Yecenia varð hongd upp eftir øklunum, kvald og sligin. "Teir søgdu, at teir skuldu fara eftir báðum børnum mínum, neyðtaka tey og skera tey sundur", greiddi Yecenia Amnesty frá.
Eisini jólamánaðin 2015 heitir Amnesty á øll fólk í Føroyum um at hjálpa við at stuðla skrivitiltakinum. At slíkt kann nytta, vísir søgan um nigerianaran Moses Akatugba. Hann sigur: "Fyri 10 árum síðan varð eg settur á deyðsgongina í Nigera. Eg varð handtikin, píndur og fongslaður. Tit skrivaðu fyri mær í 2014, og í mai 2015 varð eg leyslatin. Tykkara brøv bjargaðu mínum lívi. Amnesty aktivistar eru mínar hetjur.
Myndin:
Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty International Føroya Deild, sigur, at frá 5. til 15. desembur er gott høvi hjá øllum skúlanæmingum at vera við í skrivitiltakinum, "Skriva fyri lívi"
TEKSTUR: Sonne Smith