Tíðindi

Skipanin við sernámsfrøðiligum stuðlum undirgrevur lærarar

Skúlar freistast at seta námsfrøðingar heldur enn lærarar í starv, tí tað er bíligari; Lærarafelagið góðtekur ikki hesa gongdina.

31.05.2022

Hvør er uppgávan hjá sernámsfrøðiligu stuðlunum í skúlunum, og hvussu nógvum stuðlum er brúk fyri? Føroya Lærarafelag fegnast um, at sernámsfrøðiligu stuðlarnir í fólkaskúlanum hava fingið fasta setan, men felagið reistir samstundis spurningin, hvussu nógvum sernámsfrøðiligum stuðlum tørvur er á í fólkaskúlanum. Tí Lærarafelagið vil vera við, at fleiri námsfrøðingar verða settir í starv í fólkaskúlanum, enn tørvurin á sernámsfrøðiligum stuðlum er. Og hetta er ikki ein gongd, sum Lærarafelagið er sinnað at góðtaka. Í formansfrágreiðing síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum herfyri segði Jacob Eli S. Olsen, at skipanin, sum hon er í løtuni, er við at undirgrava lærararnar.

- Tá ið eitt barn hevur tørv á stuðli í fólkaskúlanum, hvørt tað er fyri at læra betur at lesa, ella fyri at megna at vera við í virkseminum skúlanum, so eigur játtanin at taka støði í tørvinum hjá barninum og ikki, hvat fíggjarliga orkan hjá skúlanum røkkur til. Sáttmálin hjá Pedagogfelagnum fyri fólkaskúlan tryggjar ikki námsfrøðingunum fulltíðar starv, og tí eru námsfrøðingar bíligari at seta í starv enn lærarar. Hetta er ein trupulleiki, ið nevndin arbeiðir við, men hann er er trupul at basa. Pedagogfelagið og námsfrøðingurin eru sakleys í hesum; tey søkja bara eitt leyst starv, og tað hava tey fullan rætt til. Tað eru tey, sum velja, hvørji størv skúlin søkir eftir, ið eiga avgerðina, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Heimildin at seta námsfrøðingar í fast starv í fólkaskúlanum kemur frá kunngerðini um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul frá 2019. Fólkaskúlalógin ásetur, at tað eru útbúnir lærarar, ið undirvísa í skúlanum, og í kunngerðini er greitt ásett, at tað eisini er lærarin, ið skal røkja serundirvísing og sernámsfrøðilig átøk í skúlanum, pedagogurin kann røkja aðrar sernámsfrøðiligar stuðulsuppgávur.

- Tað tykir at vera freistandi at seta ein námsfrøðing í starv heldur enn ein lærara, tí námsfrøðingurin kann setast í setanarbrot 0,7, og tá blívur hann triðingin bíligari enn lærarin.

Føroya Lærarafelag arbeiðir m.a. saman við Pedagogfelagnum fyri at fáa greiðu á hesum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni