Tíðindi

Skil má fáast á arbeiðstíðini hjá telduvørðunum

Stórar tøkniligar broytingar eru hendar seinastu árini, hesar broytingar eru eisini hendar innan skúlans gátt. Tøknin er vorðin bíligari og tí eisini atkomulig hjá fleiri, eisini skúlum. Í dag hava allir skúlar samvirknar talvur, farteldur, prentarar, kopimaskinur og aðra útgerð, ið er ein hjálp í gerandisdegnum. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

16.02.2016

Men øll henda tøknin riggar ikki av sær sjálvum. Allir stórir og miðal skúlar hava ein ella fleiri lærarar, ið eru telduvørðir, teir brúka ein part av arbeiðstíðini til at taka sær av talgildum amboðum. Aðrir skúlar hava ein telduvørð, sum kemur t.d. ein dag um vikuna at hyggja at amboðunum.

Starvið, sum telduvørður í dag, er heilt øðrvísi enn fyrr, og er nógv meiri enn bert at eftirhyggja teldum. Hansara arbeiðsøki eru øll talgild amboð, og tey eru ikki fá, men tíðin, ið er sett til arbeiðið, er bert eftir talinum av teldum. Av somu orsøk kemur hann ongantíð á mál, hann kemur ongantíð hartil, sum hann kundi ynskt sær. Afturat tí at røkja amboðini skal hann eisini undirvísa ein part av tíðini.

Støddin av skúlanum avger, hvussu nógvar tímar, ið skúlin fær til hesa røkt, men jú størri skúlin er, tess fleiri amboð eru at røkja, og tí er tað ikki so, at mann røkkur dupult so langt, bert tí at tímarnir eru fleiri. Fyrimunurin við einum stórum skúla og tí fleiri tímum er, at so eru ofta tveir lærarar settir sum telduvørðir og kunnu tí skipa arbeiði millum sín og eisini samstarva á annan hátt. Samstundis er tað so, at har telduvørðurin bert kemur av og á, mugu lærarnir finna aðrar loysnir, tá tøknin ikki riggar.

Í fleiri ár hevur verið á skrá at eftirútbúgva telduvørðirnar og útbúgva nýggjar, men tað gongur striltið. Tað hevur verið frammi, at komandi skúlaár verður tað, og tað kunnu vit bert vóna. Eitt er útbúgving, men við fáum tímum munar hon ikki, tað hon skal. So eg vóni, at landsmyndugleikarnir hava skift kós og loyst trupulleikan millum kommunu og land, áðrenn ella samstundis, sum útbúgvingin er í gongd.

Tíðin hjá telduvørðunum er ikki ein nýliga íkomin trupulleiki, og tí hevur Føroya Lærarafelag fleiri ferðir havt á máli, at hetta er eitt øki, ið greiða má fáast á, men striltið gongst, tá ongin vil eiga barnið. Sum nú er stendur bara við og versnar, sum talið av talgildum amboðum økjast. Kommunurnar og landið mugu finna eina loysn á hesum trupulleika. Fólkaskúlin kann ikki liva við, at telduvørðirnir eru ein kastibløka, sum ongin vil eiga, tí ein stóran part av tíðini eru teir hjartað í skúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni