Tíðindi
11.01.2019
FÆRRI SKÚLATÍMAR OG -DAGAR: Frálíkt, at arbeitt verður við hesum. Vónandi verður tað veruleiki sum skjótast!
OV NÓGVIR DANSKTÍMAR: Danskt hevur alt ov stórt rásarúm í Føroyum, bæði í talumálinum, sum ofta er hálvdanskt, í tímatalinum í fólkaskúlanum og í tí ræðandi nógva danska undirvísingartilfarinum í miðnámsskúlunum! Ja, sjálvt í fólkaskúlanum verður danskt tilfar nýtt í vissum førum!
FORMAÐURIN: Harmiligt og ófatiligt at síggja lærarafelagsformannin ávara ímóti skerjing av donskum og at hann væntar, at danskt bert verður ein viðfáningur í Føroyum.
Eru vit ikki komin longri í 2019? Hatta er sum at hoyra eina rødd úr farnum øldum!
DANSKT: Tað er hent at duga danskt, men máti skal vera við. Danskt hevur framvegis ov stórt rásarúm í Føroya skúla. Lutfallið millum føroyskt og danskt á t.d. miðdeild fólkaskúlans er framvegis ikki nóg gott. Í 7. flokki eru t.d. 5 føroysktímar, 4 dansktímar og 4 ensktímar.
Tíðin er farin frá, at danskt skal hava næstan móðurmálsstøðu í Føroyum.
Vit mugu avgjørt hava føroyskt undirvísingartilfar til okkara danskundirvísing. Ofta fáast vit við at læra tað sama í føroyskum og donskum. Tað er ikki neyðugt.
Tað er alneyðugt at føroyska tað danska undirvísingartilfarið í miðnámsskúlunum!
E.S.: Danskt verður ongantíð ein viðfáningur í Føroyum!
E.E.S.: Latið okkum endiliga fáa ein sangtíma (felagssang) inn í tímatalvuna!
Við skúlabroytingarkvøðu
Eyðun á Borg
(gamal dansklærari)