Tíðindi
09.12.2024
Í fólkaskúlanum fer tað at raka meint, og útlit eru fyri, at tað verða umleið 15 lærarar færri í skúlanum komandi skúlaár enn undanfarna. Hendan stóra skerjingin í fólkaskúlanum fer at svíða, og tað eru serliga teir næmingar, sum hava tørv á serligum uppmerksemi frá læraranum, ið koma at merkja avleiðingarnar.
Fólkaskúlin hevur seinastu árini fingið stórar uppgávur lagdar aftrat við, at tað eru so nógv fleiri næmingar, sum hava tørv á serligum fyriskipanum, uttan at neyðuga játtanin er latin fólkaskúlanum til hesar uppgávurnar. Ístaðin er alt er fíggjað við verandi játtan. Talið av næmingum í serflokkum er vaksið munandi, og tað eru nógvir næmingar, sum eru fluttir til landið og mugu verða undirvístir í føroyskum sum annaðmál. Sambært tølum í fíggjarlógaruppskotinum er kontan til serflokkar vaksin við 31 milliónum síðan 2019, og sambært tølum frá Undirvísingarstýrinum fara einar 3 mió. kr meira til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Tvs. at meðan vanliga virksemið í skúlanum skal vera á sama stigi, so eru nýggjar uppgávur komnar fyri eini 35. mió. kr., uttan at løgtingið hevur hækkað játtanina til fólkaskúlan samsvarandi.
Í teimum síðstu fíggjarlógunum hevur fólkaskúlin so gott sum bara fingið somu játtan við neyðugum lønarframrokningum, og tá tað samstundis eru komnar nýggjar uppgávur í fólkaskúlanum fyri 35 mió., so er tað í veruleikanum ein skerjing á 35 mió kr. í vanliga virkseminum í fólkaskúlanum. Tá ið fólkaskúlin aftur at hesum skal skerast uppaftur meira, so rakar tað meint, tí sparingin í vanliga virkseminum hevur longu verið so ovurhonds stór.
Tað er gott, at fólkaskúlin er útbygdur við serflokkum og móttøkuflokkum, tí hesar útbyggingar vóru neyðugar, men neyðin í fólkaskúlanum er, at hetta alt er komið aftrat, uttan at neyðug játtan hevur fylgt við. Hetta hevur lagt stórt trýst á restina av fólkaskúlanum, sum hevur mist samsvarandi av síni játtan. Sjálvt um serflokkarnir eru fleiri, so er bíðirøðin at koma í serflokkarnar enn líka long, og bíðirøðin at fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál í einum móttøkuflokki er eisini long.
Ein avleiðing av sparingini í 2024 var, at hetta skúlaárið var játtanin til serundirvísingina skorin við eini millión. Tað eru sostatt tveir lærarar færri at vera um tey børnini, sum mugu hava hjálp at koma á glið við lesingini, ella sum mugu sleppa í ein minni bólk at hugsavna seg. Og sum landsstýrismaðurin herfyri svaraði í tinginum upp á fyrispurning um sparingarnar í fólkaskúlanum, so vera 2 %-stig skorin av serundirvísingini afturat. Tað svarar til, at einir fýra lærarar aftrat vera tiknir frá serundirvísingini komandi skúlaár. Hetta er óskiljandi fyri lærarar og skúlastjórar, at meðan nógvir næmingar hava átrokandi tørv á serligum fyriskipanum í vanliga flokkinum, so verða eini seks læraraársverk spard burtur á hesum økinum. Hendan sparingin fer uttan iva føra til, at nakrir næmingar aftrat fara at missa fótafestið í skúlanum, og trýstið á serflokkarnar fer at vaksa.
Tað er týðiligt, at uppgávan hjá fólkskúlanum er vaksin, meðan játtanin til fólkaskúlan er skorin. Um vit hyggja at næmingatølum, so verða tað sambært tølum í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2025 einir 100 næmingar fleiri í fólkaskúlanum í 2025, enn roknað var við í fíggjarlógini fyri 2024, og knapt 200 næmingar fleiri enn í 2022. Sama tíðarskeið er næmingatalið eisini vaksið í serflokkum við 60, ein øking á 30%, og tað eru eini 70 næmingar fleiri, sum eru fluttir til Føroya úr útheiminum og hava fyri neyðini at verða undirvístir í føroyskum sum annaðmál. So næmingatølini tala fyri seg, at uppgávan hjá fólkaskúlanum er vaksin, og fólkaskúlin má hava hægri játtan, men tað, lærarar vera møttir við ístaðin, er, at skúlamyndugleikin vil skerja játtanina til fólkaskúlan.
Um skúladagurin hjá næmingunum skal hanga saman, og vanliga virksemið í skúlanum skal vera á sama stigi, so má tað vera so, at fólkaskúlin fær hægri játtan, tá ávísar uppgávur vaksa munandi, ella at nýggjar uppgávur koma afturat. Tølini í fíggjarlógaruppskotinum vísa greitt, at kontan til serflokkar og føroyskt sum annaðmál er vaksin við knapt 35 milliónum eftir fáum árum. Hetta eru neyðugar uppgávur, sum eru vaksnar munandi, og tí átti játtanin til fólkaskúlan at vaksið við somu upphædd fyri at halda stand, og ikki sum tað nú sær út at vera skorin við 7,3 mió. kr. yvir tvey ár.
Meðan BTÚ er vaksið, so hevur játtanin til fólkaskúlan ikki fylgt við samsvarandi. Ár eftir ár er BTÚ vaksið, og arbeiðsfjøldin er vaksin. Tað eru alt fleiri, sum eru flutt til Føroya uttan úr heimi at arbeiða, og nøkur hava børnini við. Tilflytingin av arbeiðsmegi hevur verið við til at gera Føroyar ríkari, men hin síðan av medaljuni er, at hesi vaksnu og børnini ikki kenna til føroyska mentan ella føroyska málið, og tað er uppgávan hjá fólkaskúlanum at undirvísa hesum næmingum í føroyskum sum annaðmál. Tøl frá sendingini Breddanum fyrr í ár vístu, at tað vóru umleið 220 næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál; av teimum eru 120 næmingar, ið als ikki skilja føroyskt. Tí eigur fólkaskúlin at fáa sín part av hesum búskaparvøkstrinum, tí at uppgávan hjá fólkaskúlanum er vaksin sum fylgja av hesum.
Samfelagið røkir ikki sína uppgávu at integrera tey, ið eru flutt til Føroya. Nú er nýggj integrasjónslóg á veg, og fólkaskúlin eigur sambært kunngerð at taka sær av hesum næmingunum, sum ofta koma úr fjarskotnum londum og hava rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, men skúlin fær ikki røkt sína skyldu, tá skúlin ikki fær neyðugu játtanina frá løgtinginum til endamálið.
Játtanin til undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móttøkuflokkar má vaksa munandi. Um vit spyrja skúlarnar, so fáa teir bara helvtina at tí játtan, sum søkt verður um, og tað sita fleiri næmingar við útlendskum uppruna í flokkunum og skilja ikki eitt orð á føroyskum, norðurlendskum ella fyri tað á enskum, og lærarin er einsamallur um allan flokkin. Hyggja vit at fíggjarlógini, so er kontan til føroyskt sum annaðmál í tíðarskeiðinum frá 2021 til 2025 bara hækkað frá 4,3 mió. til 5,5 mió. Um somu tíð er talið av næmingum, sum hava sín uppruna uttan fyri Norðurlond og uttan fyri Europa, vaksið munandi. Sambært Hagstovuni eru 72 børn fleiri í skúlaaldri nú enn í 2021, sum eru komin úr londum uttan fyri Norðurlond, av hesum eru 40 komin úr londum uttan fyri Europa.
Fólkaskúlin hevur tørv á fleiri lærarum at vera um næmingarnar, og skúlin hevur avbjóðingar at skapa neyðugu umstøðurnar fyri at geva pláss til ymiska tørvin hjá næmingunum. Spyrt tú í skúlanum, so er átrokandi, at vaksið verður um tvílæraraskipanina. Tað hjálpir einki við vegleiðing ella ráðgeving, men tørvur er á fleiri lærarum, sum kunnu hava næmingarnar í smærri bólkum ella geva møguleikar fyri at tillaga undirvísingina. Tí kemur tað dátt við, um boðini verða, at komandi skúlaár vera tað einir 15 lærarar færri at vera um næmingarnar enn undanfarna skúlaár. Samgongan hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland, og ein stór barnaverkætlan er sjósett, men hvat nyttar, tá skúlin ikki hevur umstøður at skipa skúladagin, so at allir næmingar hava umstøður at læra og trívast í felagsskapinum.
Landsstýrismaðurin var spurdur í Løgtinginum um ætlaðu sparingarnar í fólkaskúlanum. Tá var svarið, at tað fóru at vera nakrir lærarar færri í fólkaskúlanum komandi skúlaár, men talan fór ikki at vera um nakrar uppsagnir. Rætt er tað nokk, at eingin lærari í føstum starvi fer at verða sagdur úr starvi vegna ætlaðu sparingarnar, men í fólkaskúlanum er støðan tann, at tað eru eini 100 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi hvørt skúlaár. Vanliga verða hesi sett aftur í tíðaravmarkað starv komandi skúlaár, so hesir lærarar kunnu á ein hátt rokna við einum starvi aftur komandi skúlaár, men nú tá 15 lærarar færri vera í fólkaskúlanum, so vera tað eisini 15 lærarar, sum ikki fara at fáa starvið aftur, sum tey annars av røttum høvdu roknað við, og sum hesi eisini høvdu fingið, um játtanin til fólkaskúlan ikki verður skorin við 7.3 mió. hesi tvey árini.
Meðan fólkaskúlin hevur stórar uppgávur at loysa, har tað serliga mangla lærarar at vera um viðbreknu næmingarnar, so tykist tað sum, at Undirvísingarstýrið hevur fingið fríar teymar at fara í fólkaskúlan eftir pengum. Í 2024 vóru 700.000 kr. tiknar frá fólkaskúlanum og fluttar til stýrið, og uppskotið fyri 2025 er, at 1,6 mió. kr. skulu takast frá fólkaskúlanum afturat, so at fólkaskúlin yvir tvey ár skal skerast 2,3 mió. kr., tí at Undirvísingarstýrið vil vaksa um sína fyrisiting. Hetta svarar til, at tað verða eini fimm lærarar færri í skúlanum, so at fyrisitingin kann vaksa. Hvørt Undirvísingarstýrið hevur tørv á størri fyrisiting, veit eg ikki, men um so er, so eigur Undirvísingarstýrið at fáa hægri játtan, uttan at fólkaskúlin skal svíða fyri tað. Tað er ikki í lagi, at Undirvísingarstýrið á hendan hátt fær loyvi til at seta trantin niður í játtanina til fólkaskúlan, tí at fyrisitingin skal vaksa. Og tað hjálpir ongum næmingi, at ein lærari verður tikin úr starvi í skúlanum, og ein fulltrúi aftrat verður settur í miðfyrisitingina.
Vit í skúlanum skilja ikki, at fólkaskúlin skal spara, tí fólkaskúlin hevur verið forsømdur í politisku skipanini, og tað mangla eisini íløgur til dagføringar. Innihaldið í fólkaskúlanum má dagførast, námsætlanirnar eru gamlar, og stórur tørvur er at serútbúgva lærarar til ymsu uppgávurnar í skúlanum, so sum orðblindalærarar, skúlabókavørðir, kt-vørðir og serlærarar. Alt fleiri næmingar hava eisini tørv á lærarum við servitan, og krøvini til undirvísingina flyta seg, og skúlin hevur í alt størri mun tørv á lærarum við serligari vitan innan ymsu økini. Harafturat krevja næmingar og foreldur í dag, at lærarin hevur meira tíð til teirra, tí mugu skipanir sum flokslærarin og tvílæraraskipanin eisini útbyggjast, so at lærararnir fáa røkt sína uppgávu, sum hon er lýst í fólkaskúlalógini.
Tað stendur nógv á í fólkaskúlanum, og skerjingar í játtanini til fólkaskúlan fara at koma sum steinur oman á byrði. Tí vóni eg, at Løgtingið sær álvaran í støðuni og forðar fyri, at játtanin til fólkaskúlan verður skorin aftur komandi ár, tí lærararnir og næmingarnir eru veruliga trýstir. Uttan at neyðuga játtanin verður játtað til fólkaskúlan, so hevur lærarin ikki møguleikan at skapa neyðugu umstøðurnar til næmingarnar, og tað fer at hava við sær, at trýstið á aðrar skipanir fer at vaksa. Og tá er einki vunnið.