Tíðindi

Skerd tímatalva til frama fyri tvílæraraskipan og fleiri vallærugreinir

Eysturskúlin hevur ikki fingið fleiri tímar játtaðar í sambandi við víðkaðu tvílæraraskipanina, sum tey hava sett í verk í grunddeildini. Fyri at fáa tvílæraraskipanina at bera til hava tey umskipað virksemið í verandi játtan.

19.12.2024

Eysturskúlin brúkar millum 400 og 500 tímar í alt til samstarv og ráðlegging, sum er oyramerkt bara til hetta virksemið, og so nakrar miðfirraðar tímar aftrat.

- Vit hava skert tímatalvurnar hjá øllum næmingunum meiri og minni og tikið áttanda tíma burtur í hádeildini. Næmingarnir í grunddeildini hava eisini eitt sindur styttri skúladagar, men hesar tímarnar, sum eru tiknir av tímatalvuni, leggja vit so inn aftur við tvílæraraskipanini. Miðdeildin er tann deildin, sum hevur passaliga longd á skúladegnum eftir tíma- og lærugreinabýtinum, so har hava vit bara stytt við trimum tímum, sum so eru farnir inn í p-faksskipanina. Hádeildin hevur 30-33 tímar alt eftir, hvørjar vallærugreinar næmingarnir velja.

Tá ið tímatalvan verður skerd, eru tað lærugreinir, sum missa tímar. Lærugreinirnar, sum hava mist tímar, eru danskt, enskt og søga, sum hava mist ávikavist ein og tveir tímar. Harumframt er týskt skert við einum tíma í áttanda flokki. Týskt og alisfrøði hava sostatt sama tímatal. Eyðna Magnussen ásannar, at tað er ikki løtt avgerð at taka tímar frá siðbundnum lærugreinum.

- Tað er tilvitað, at vit hava valt at taka meiri frá enskum, sum er okkara triðjamál, heldur enn donskum, sum er okkara annaðmál. Málfakini danskt og enskt eru løgd nakað um innihaldsliga. Undirvísingin snýr seg nú um mállæru, lesiførleika, staviførleika og at málbera seg munnliga og skrivliga. Bókmentagreining og at nema sær førleikar at arbeiða innan bókmentir verður í høvuðsheitum í føroyskum og nakað í donskum. Sjálvsagt krevur tað meiri av næmingunum, og hvussu lærarin leggur til rættis. Næmingarnir mugu lesa meiri heima, so teir fáa venjingina at læra málið.

Tímarnir, sum eru tiknir, verða brúktir til vallærugreinar, so sum tónleik, rógving og handverk.

- Hesar lærugreinar verða lagdar samstundis sum aðrar vallærugreinar, so tað er eitt putlispæl, sum skal ganga upp, so næmingarnir í størstan mun fáa lærugreinarnar, teir velja.

Royndarverkætlanin er sett út í kortið at vara í trý ár.

Les alla samrøðuna við Eyðnu Magnussen, í Skúlablað nr 5, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni