Tíðindi
31.03.2016
7. og 8. flokkur í Skúlanum á Argjahamri vóru lidnir við eina evnisviku, og eftir stóð eitt eksperimentarium, sum var bæði stuttligt og spennandi. Har møttu einir 200 næmingar í tveimum umførum henda hósdagin at uppliva hetta "kemi-show", sum Hans Fróði Jensen, lærari, greiddi frá.
- Meiningin við hesum var upprunaliga at hava eina evnisviku fyri fyrst, og tað skuldi verða stuttligt hjá næmingunum, umframt at tað var umráðandi, at næmingarnir sjálvir gjørdu allar royndirnar, sigur Hans Fróði Jensen.
Næmingarnir skuldu sjálvir finna upp á royndirnar, arbeiða við teimum sjálvir og vísa tær fram sjálvir.
- Vit hugsaðu okkum eitt eksperimentarium, sum kundi standa, og fólk kundu koma inn og fara út, sum tey høvdu hug til og hyggja og royna tað framsýnda uttan, at nakar skuldi ansa eftir teimum, sigur lærarin.
Men sum vikan gekk, varð tað ikki akkurát tað. Tað gjørdist alsamt meiri sum skemt. Tey gjørdu nakrar básar ella settu nøkur borð upp og gingu runt og vístu tað fram, sum tey høvdu arbeitt við.
Næmingarnir í Skúlanum á Argjahamri sendu millum annað nakrar roykringar út í tað stóra rúmið, har gestirnir – næmingar og lærarar úr hinum skúlunum – sótu og hugdu at.
Í Skúlanum á Argjahamri eru umstøðurnar so mikið góðar og rúmligar, at hetta er ein tann best hóskandi pallur til at byggja eitt eksperimentarium av hesum slag.
- Og so skulu vit sjálvandi hava onkran tøkan, sum tímir at skipa fyri. Hetta er gott hjá teimum smáu, tí at undirvísingin í tí er kanska eitt sindur torfør við ringum og tílíkum, sum annars er stuttligt at síggja visuelt. Hetta var ein roynd at vísa, hvussu luftin ferðast, sigur Hans Fróði.
Henda sýningin var ætlað næmingum úr 2. til 4. flokk. Tá ið tey gjørdu hana upprunaliga, søgdu lærararnir við næmingarnar í 7. og 8. flokki, at hetta skuldu vera royndir, ið hóskaðu til næmingar úr 1. til 6. flokk. Tá ið tey høvdu víst hesum næmingunum hesar royndirnar, hugsaðu tey, at 5. og 6. flokkur høvdu væl kunnað verið við her og og verið meiri aktiv í kemiroyndunum.
Næmingar í 2. til 4. flokk hava einki við alisfrøði at gera sum so.
- Men tað er upplivingin, sum fær tey at tíma alisfrøðina seinni kanska, tað er tann góða upplivingin, sum mann leitar eftir, sigur lærarin, og hann leggur dent á, at áhugin fyri evninum er rættiliga stórur.
Tá ið næmingarnir koma í teir hægru skúlarnar er nógv av lesa í lærugreinum sum alisfrøði, lívfrøði og landalæru. Tað er at nógv – kanska turrisligt – arbeiði liggur aftan fyri alt tað stuttliga. Men Hans Fróði Jensen heldur, at tey eiga at royna at kveikja áhugan so tíðliga sum møguligt.
Tað er hetta, tað snýr seg um.
Myndin:
Hans Fróði Jensen, lærari í Skúlanum á Argjahamri, er ein av teimum, sum heldur tað vera umráðandi at kveikja áhugan fyri alis- og lívfrøði og landalæru so tíðliga sum til ber
Tekstur og mynd: Sonne Smith