Tíðindi

Skaldsøgur um veruliga lívið og veruligar hendingar fáa lesarar at grunda um, hvat er satt

Rithøvundarnir, Karl Ove Knausgård og Vigdis Hjorth, kunnu fáa lesarar at gera sær tankar um, hvat er satt – bæði tá ið talan er um tey sjálv og heimin, tey liva í.

28.01.2022

– Tú lesur bøkur á ymsan hátt, alt eftir um tær eru fakta ella fiktión, sigur Alexandra Effe.

Effe er bókmentagranskari, og hon kannar tað, sum á enskum verður nevnt autofiction ella bókmentir, ið hava støði í veruleikanum.

Her gera fatanirnar hjá lesarunum um, hvat er fakta, og hvat er fiktión seg galdandi, og ikki minst alt tað, sum liggur harímillum. Effe heldur, at tað kann hjálpa okkum at skilja meiri av tí, sum er, ella sum kennist satt, í okkara egna lívi. 

- Fiktión og fantasi eru í spæl, tá ið vit hugsa um okkum sjálv, vísir hon á.

Effe og starvsfelagar hennara hava í verkætlanini, Litteratur, kognisjon og emosjoner, sett háttaløg úr bókmentakanningum saman við sálarfrøði og kognitivum kanningum.

– Tað fer altíð at vera eitt margfeldi av sjónarhornum um veruleikan. Eg haldi, at tað ber til at fáa eina objektiva vitan og at geva eina veruleikakenda mynd av veruleikanum; tað er bara eitt faktum í lívinum, og at lesa skaldsøgur, serliga skaldsøgur, sum eru frá veruleikanum ella kundu verið frá veruleikanum, er ein góður máti at gerast meiri tilvitað um tað, sigur Effe.

At umboða veruleikan er ein etiskur spurningur

Síðstu árini hava bøkurnar eftir Karl Ove Knausgård og Vigdis Hjorth elvt til stórt kjak í Noregi. Hesir væl umtóktu rithøvundarnar skriva í summum av bókum sínum um egnu familju sína og vinfólk, livandi og deyð, sum ikki hava nakra ávirkan á, hvussu tey verða lýst.

Hóast bøkurnar hava røtur úr veruleikanum, eru tær frámerktar at vera skaldsøgur – og hava fingið eyka frámerkið, at tær eru byggja á veruleikan.

– Í bókunum leggja høvundarnir sínar subjektivu sannleikar fram, sum ikki kunnu verða eftirkannaðir, hvørt teir eru sannir ella ikki, sigur Effe.

Spurningar um veruleikan eru sambært Effe altíð etiskir, og hetta slagið av bókmentum leggja upp til at fáa okkum at hugsa kritiskt um, hvat sannleikin er, og hvør eigur at sleppa at fortelja sína søgu.

– Men hóast fyrivarnið at frámerkja eina bók at vera skaldsøga, kann alt ikki lata seg gera, undirstrikar hon.

Rithøvundar hava ymisk ørindi við at brúka tað, sum Effe nevnir bókmentaliga strategi frá veruleikanum. Ein av størstu motivatiónunum fyri nógvar høvdundar er at lata lesaran síggja, at tað eru ymiskir subjektivir sannleikar.

– Men tað kunnu eisini vera fíggjarligar og praktiskar orsøkir, og bæði formur og funktión hava verið ymisk upp ígjøgnum bókmentasøguna, sigur hon.

Realistiskar bókmentir í 18. øld

Realistiskar bókmentir er ikki eitt nýtt fyribrigdi. Tá ið franski rithøvundurin og kritikarin Serge Doubrovsky fyrstu ferð tók fyribrigdið autofiction í nýtslu í sjeytiárunum, var tað eitt nýtt fyribrigdi sum bókmentalig strategi. Effe vísir á, at tað í ein mun eisini var brúkt í 18. øld.

– Mest sannlíkt er tað eldri enn tað, men eg síggi, at tað vísir seg sum serstakur formur í 18. øld, samstundis sum fyribrigdið rithøvundur ger seg galdandi. Tí tað var ikki fyrr enn í 18. øld, at fólk fóru at forvinna sær pengar av at skriva og at síggja seg sum rithøvundur av yrki.

– Hesir rithøvundarnir høvdu brúk fyri at marknaðarføra seg sjálvar. Í bókunum hevjaðu teir seg sjálvar og sín kreativitet, men tað var onkursvegna sum søgdu teir «Hetta er á ein hátt eg, og eg vil gera teg forvitnan at vita meiri um meg, men eg vil eisini, at tú skalt síggja, at hetta ikki rættiliga er eg – men ein mynd, sum eg havi skapt av mær», sigur Effe.

Ein av rithøvundunum, sum tók hesa strategiina, var Delarivier Manley, sum skrivaði «Adventures of Rivella» í 1714.

– Søgan um bókina var eftir øllum døma tann, at eitt forlag hevði biðið onkran skriva eina negativa frásøgn um Manley. Fyri at koma søgunum, sum gingu um hana, til lívs, valdi hon at skriva sína egnu søgu. Í bókini kanst tú lesa eitt kjak um Rivella millum tveir menn, ein teirra var ein fyrrverandi elskari.

– Báðir menn hildu Rivella vera ta mest tølandi og fantastisku kvinnuna á jørð, og á henda hátt fekk Manley møguleikan at reypa av sær sjálvari í øllum sínum lítillæti. Samstundis fanst hon at mannliga sjónarhorninum, og sjálvandi vóru søgurnar um hana vælmeintar, vísir Effe á.

Lesararnir vistu væl, at tað var Manley, sum stóð aftanfyri.

– Tað er ógvuliga fløkt: Hon setir lesaran í ein ávísa støðu og skapar eina ávísa mynd av sær sjálvari, men fortelur tað samstundis fyri lesaranum, at tað er tað, hon ger. At tað verður sagt, er tað, sum ger tað til bókmentir, sum byggja á veruleikan. 

Tað besta úr báðum heimum

Um tú heldur, at teksturin, sum tú lesur, er fakta ella fagurbókmentir, ávirkar, hvussu tú skilir tað, tú lesur. Effe vísir á sálarfrøðiligar kanningar, sum skapa ymiskar karmar um tekstirnar. Ein bólkur var biðin um at lesa ein tekst úr eini søgubók ella eina grein úr eini ávís. Ein annar bólkur var biðin um at lesa sama tekst, men tey fingu at vita, at teksturin var brot úr eini skaldsøgu ella úr fagurbókmentum.  

– Slíkar royndir hava víst, at um vit halda, at vit lesa ein faktatekst, lesa vit skjótari, men við einum granskandi hugburði. Vit leggja okkum eftir at fáa allar upplýsingarnar við og at finna út av, um alt stemmar, gevur meining og er logiskt, sigur hon.

– Halda vit hinvegin, at vit lesa ein fiktivan tekst, hava vit størri fyrilit fyri málsligum viðurskiftum, myndum og motivum. Vit eru opin fyri, at frásøgnin ikki altíð hongur saman, og tankarnir kunnu sveima til ymiskt, sum er farið fram í okkara egna lívi.

Nevrovísindaligar kanningar hava eisini víst, at vit liva okkum meiri inn í tað, vit lesa, um vit lesa um persónar frá veruleikanum, samanborið við fiktivar karakterir.

– Tað avgerandi er, um persónurin virkar at vera viðkomandi fyri okkum persónliga, og tað hevur einki at gera við, um tað er fakta ella ikki, leggur Effe dent á. Kortini sigur hon:

– Tá ið vit lesa bókmentir, sum hava støði í veruleikanum, og teksturin er bókmentaligur, men snýr seg um veruligar persónar, fáa vit tað besta úr báðum heimum.

Bókmentir størri ávirkan enn gransking av veðurlagnum

Bókmentagranskarin tekur bókina hjá amerikanaranum Ben Lerners «10:04» fram; í hesi bókini skrivar hann um óttan fyri veðurlagsbroytingum.

– Eftirsum at tað er fagurbókmentir, hava við fyrilit fyri øðrum viðurskiftum, samanborið við, tá ið vit lesa ein vísindaligan tekst um veðurlagsbroytingar. Lýsingarnar av upplivingunum hjá persónunum geva tekstinum eitt heilt annað afturljóð, heldur Effe.

Í bókini ber til í søgufrásøgnini at broyta ymiskt, teksturin kann eisini venda sær beinleiðis til lesaran.  

– Kanska fær hetta teg at hugsa meiri um, hvat tú heldur um tað, sum karakterurin upplivir.

Effe aftrar seg við at siga, at hetta er ein skrivistílur, sum fer at hava eina eyka stóra ávirkan ella fer at ávirka valið hjá lesaranum við atliti at veðurlagnum, eftir sum allir lesarar eru ymiskir. Men:

– Vit vita frá kanningum, og flest okkara frá persónligum royndum, at tað, vit lesa kann ávirka mátan, vit hugsa, føla og handla.

Fake News og Post Truth krevja refleksjón um fakta og fiksjón

Alexandra Effe heldur, at refleksjónir um viðurskiftini millum fiksjón og veruleikan hava stóran týdning í eini tíð, har følsk tíðini floyma alla staðni, og nógv tosa um eina post truth era.

Spurdómarnir eru íkomnir samstundis sum nýggir miðlar eru komnir inn í bókmentirnar.

– Í ritverkinum hjá Olivia Laing finnur tú Twitter-tekst og dagbókatekst, og Sheila Heti vevur veruligar t-postar og upptøkur av samrøðum inn í sína skriving. Bókin eftir Teju Coles «Everyday Is for the Thief» byrjaði sum ein bloggur, sigur hon.

At rithøvundarnir blanda ymisk tekstsløg, heldur Effe er ein grundgeving fyri at kjakast um virðið av tekstsløgunum í nýggjum miðlum.

– Teir vísa eisini, hvussu órógvandi heimurin er vorðin orsakað av hesum miðlunum, og hvussu trupult tað er at skilja ímillum, hvat er satt, og hvat ikki er. Men við at taka nýggjar miðlatekstir inn í eina skaldsøgu, ella at gera ein blogg til eina skaldsøgu, virkar tað samstundis sum, at teir grundgeva fyri serliga virðinum, sum ein bók hevur, sigur hon. 

Hug at lesa bókmentir, sum hava støði í veruleikanum?

Alexandra Effe viðmælir bókina eftir Siri Hustvedt «Memories of the Future».

Í bókini skrivar høvundurin um lív sítt bygt á eina dagbók, hon skrivaði fyri 30 árum síðan. Her flættar rithøvundarøddin egnu tankar um fortíðina saman við brotum úr dagbókini og eina skaldsøgu, sum sami persónur skrivaði nøkur ár eftir dagbókina.

Hustvedt veit nógv um sálarfrøði og kognitivar kanningar, og tað sæst týðiliga. Tað er eitt áhugavert samspæl millum ymsar útgávur av einum sjálvum og fjølbroyttar refleksjónir um minni, fantasi og sjálvævisøguliga skriving.

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni