Tíðindi
24.08.2023
Skulu vit kveikja áhugan og hugin hjá næmingum at lesa, slepst ikki undan at hugsa um fortreytirnar hjá næmingum at lesa, og tað er lesiførleikar sum heild. Verkætlanin, Kom og les, sum Nám fór undir fyri tveimum árum síðan, hevur til endamáls at kveikja hugin hjá næmingum at lesa og sostatt at fyribyrgja, at næmingar koma í mótbrekkuna í miðdeildini, har teir ikki megna at lesa tað, sum lærugreinirnar krevja av teimum.
- Dugir tú illa at lesa, hevur tú ikki nóg góða lesiferð, og so ávirkar tað sjálvandi hugin at lesa. Fyrr var sagt, at næmingar skuldu duga at lesa raðið í triðja flokki. Í dag verður sagt, at næmingurin í triðja flokki framvegis er í ferð við at mennast sum lesari, og hann kann enn stríðast við at avkoda. Tí mugu vit bakka eitt sindur og leggja orku í at styrkja næmingarnar at vera áhaldandi fyri at mennast sum lesari. Tað er sjálvsagt, at lesur tú nógv, so møtir tú alt lívið torførum orðum, sum tú ikki kennir ella skilir, og tú megnar at koma víðari, tí tú hevur venjingina at lesa, men er tað longu í triðja flokki ov nógv torfør orð, sum næmingurin stetlar við, so er lesifimið ikki komið upp á pláss. Skal lesifimið koma upp á pláss, so er tað miðvís venjing, sum skal til, og miðvís venjing er at lesa og at lesa nógv og ofta.
Tað kann undra, at næmingar ikki hava nóg gott lesifimi, ikki minst tá ið vit hava í huga, at lærarar ofta kanna lesiførleikarnar hjá næmingum í grunddeildini. Emmy S. Joensen heldur, at ein orsøk kann vera, at næmingurin, sum ikki lesur nøktandi, mennist ikki sum lesari, um hann í ov stóran mun lesur sjálvur og innantanna.
- At lesa innantanna gevur ikki meining, fyrr enn tú ert komin á nøktandi støði og megnar at lesa tekstin fyri innihaldið. Vit eggja lærarum til at lesa fyri næmingum í nógv størri mun, enn tað, sum verður gjørt í dag, serliga fyri teimum yngstu. Tað er ikki nóg góð umbering at siga, at tað ikki eru stundir til tað. Hetta eigur at verða raðfest, tí tað kann lata so nógvar hurðar upp hjá so nógvum næmingum. Lesivanakanningarnar vísa eisini á hetta, at næmingar elska at hoyra søgur, og at teir siga, at teir høvdu viljað, at lærararnir lósu meiri fyri teimum. Hetta eiga vit at taka í álvara, tí her sipa børnini til upplivingina at hoyra eina søgu – at tað er gevandi at hoyra eina søgu, at tey verða eggjað at vera forvitin og at fáa áhuga fyri ymiskum. Tað hevur týdning, at børn hava frílesing og lesa framíhjá í skúlanum, men skal tað geva meining, so mugu tey hava so mikið góðar lesiførleikar, at tey fáa nógv burtur úr at lesa.
Spennið í einum flokki kann vera stórt, frá næminginum, sum dugir væl og lesur nógv, til næmingin, sum stríðist við at avkoda og ongan hug hevur at lesa. Emmy S. Joensen er ikki í iva um, at lesikveikjarar kunnu fáa allar næmingar at lesa væl, nógv og ofta.
- Lesikveikjarin dugir at kveikja hugin hjá næminginum, sum hevur ilt við at finna eina bók, sum hann tímir; viðkomandi dugir at spora seg inn á áhugan hjá næminginum, tí tað er lykilin til lesiáhugan. Skúlabókavørðirnir hava stóran týdning, men tað er lærarin í føroyskum, sum eigur at taka børnini á skúlabókasavnið og læra tey at brúka bókasavnið. Hetta er nú komið í námsætlanina at standa.
Les alla samrøðuna við Emmy S. Joensen í Skúlablað nr 4, 2023