Tíðindi

Sjálvandi ávirka broytingar í fólkaskúlalógini námsætlanirnar

Tað er ikki rætt, sum tað verður borið fram av teimum, sum dagføra námsætlanirnar, at ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlalógini ikki fara at hava ávirkan á námsætlanirnar. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

11.02.2025

Sum skilst er komið á mál við námsætlanunum til fólkaskúlan í 2027. Tá eru umleið sjey ár gingin, síðan farið var undir dagføringarnar.

- Tá tær síðstu námsætlanirnar verða lidnar í 2027, eru tær fyrstu dagførdu námsætlanirnar longu for gamlar. Okkara grannalond hava ikki valt henda leistin, men gjørt og sett allar námsætlanirnar í verk senn. Eg skilji ikki, at myndugleikarnir hava valt henda leistin, og eg skilji ikki, at skúlafólk ikki tala at. Tað er heldur ikki rætt, sum tað verður borið fram av teimum, sum dagføra námsætlanirnar, at ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlalógini ikki fara at hava ávirkan á námsætlanirnar. Lagt er upp til grundleggjandi broytingar í fólkaskúlalógini; eitt nú fara vit helst at fáa eitt øðrvísi lærugreinabýti, øðrvísi lærugreinir, har summar eru lagdar saman og summar umskipaðar grundleggjandi, og ein styttri skúladag, har tíðin til hvørja lærugrein er styttri. Hetta eru alt stórar broytingar, sum sjálvsagt fara at ávirka námsætlanirnar. Fleiri skúlar hava skorið ein tíma av kunningarlærugreinunum. Vit hoyra frá teimum lærarunum, at teir ongan møguleika hava at náa setninginum í námsætlanini, tí tíðin er skorin við einum helmingi.

Námsætlanirnar og próvtøkuhættirnir hanga óloysiliga saman. Tá ið námsætlanirnar verða dagførdar, mugu dagføringar gerast í próvtøkunum eisini, um undirvísingin skal broytast. Próvtøkan er lýst í námsætlanini.

- Próvtøkurnar og landsroyndin stýra nógv í 4., 6., og 9. flokki. Gransking hevur víst á, at próvtøkan ofta stýrir undirvísingini meiri enn breiðu, fakligu málini í námsætlanunum. Tað er til dømis samsvar millum fakligu førleikamálini í námsætlanini til ávikavist fjórða flokk og sætta flokk, landsroyndirnar í somu árgangum, og hvussu undirvísingin ofta er skipað. Tað er nógv avleitt virksemi, sum hongur saman við at dagføra námsætlanirnar, so sum at dagføra próvtøkuhættir og at útbúgva lærararnar til nýggja leistin, og hetta arbeiðið eigur ikki at verða undirmett.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2024


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni