Tíðindi

Sjálvandi skulu Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið vera við í fylgibólkinum

Ein stórur fylgibólkur er settur at eftirmeta umfatandi royndarverkætlanina, sum fer fram í Skúlanum á Fløtum, við styttum skúladegi. Føroya Lærarafelag og Skúlaleiðarafelagið verða hildin uttanfyri.

24.05.2024

Mikudagin í farnu viku setti Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, landsstýrismanninum við skúlamálum, Djóna Nolsøe Joensen, munnligan fyrispurning sambært grein 52 í tingskipanini um, hvør er við í fylgibólkinum, ið fylgir gongdini og skal eftirmeta stóru royndarverkætlanina, sum fer fram í Skúlanum á Fløtum. Royndarverkætlanin í Skúlanum á Fløtum hevur til endamáls at skipa ein øðrvísi skúladag við styttum skúladegi. Landsstýrismaðurin hevur játtað verkætlanina, sum royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði eftir fólkaskúlalógini, ið skúlar kunnu søkja um sambært fólkaskúlalógini. Royndarverkætlanin er umfatandi og hevur fingið heimild til at víkja frá reglunum í fólkaskúlalógini.

Landsstýrismaðurin sigur í svarinum, at ein fylgibólkur er settur at fylgja við og eftirmeta royndarverkætlanina. Bólkurin er breitt umboðaður við umboðum fyri Námsvísindadeildina, fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið, leiðsluna og førleikastovuna í Skúlanum á Fløtum, Nám, Próvstovuna og Undirvísingarstýrið. Føroya Lærarafelag og Skúlaleiðarafelagið eru ikki partur av fylgibólkinum, men fara at verða kunnað og kunnu biðja um innlit, sigur landsstýrismaðurin.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, undrast á mannagongdina og svarið hjá landsstýrismanninum.

- At fylgibólkur er settur at fylgja við og eftirmeta eina royndarverkætlan í fólkaskúlanum er óvanligt. Vit hava ikki nýggjari tíð dømi um, at fylgibólkar verða settir at fylgja royndar- og menningarvirksemi, men í hesum førinum er talan um umfatandi royndarverkætlan í Skúlanum á Fløtum, og landsstýrismaðurin sigur eisini, at verkætlanin skal vera grund undir ætlaðum broytingum í fólkaskúlalógini. Tí er tað gott, at ein breiður bólkur er settur at fylgja og eftirmeta verkætlanina. Vit undrast á, at Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið verða hildin uttanfyri, tá talan er um eina so týðandi verkætlan, tí sjálvsagt eiga tey, sum varða beinleiðis av yrkinum, at vera partur av bólkinum, ið fylgir verkætlanini og ikki bara at verða hoyrd, tá ið eftirmetingin er av. Lærarafelagið og Skúlaleiðarafelagið eiga altíð at vera við í eftirmetingarbólkum, tá ið verkætlanir í fólkaskúlanum verða eftirmettar, sigur Jacob Eli S. Olsen.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni