Tíðindi
06.11.2015
Sum vant er nógv forvitnisligt á skránni, tá ið SSP-ráðgevingin bjóðar til kveikingardag.
Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður, leggur fyri við at tosa um barnaumboðsmannin, bum.fo. Síðan fer Katrin av Kák, námslektari á Námsvísindadeildini, at røða um happing sum fyribrigdi. Henni á baki kemur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, at røða um talgilt samskifti í skúlanum.
Hvussu taka vit ímóti teimum nýggju útlendsku føroyingunum er heitið á fjórða fyrilestrinum. Hvør fer at halda fyrilesturin stendur ikki í fráboðanini.
Váði og marginalisering av børnum í vitanarsamfelagnum er heitið á fyrilestri, sum Ivar Frønæs, dr. philos av Oslo universiteti, fer at halda, og seinasti fyrilesturin verður við Jens Andersen, sálarfrøðingi og høvundur, sum fer at røða um foreldur og teirra ávirkan á felagslívið, trivnaðin og skúlagongdina hjá børnum.
Kveikingardagurin hevur til endamáls at stimbra tvørprofessiónella samstarvið í SSP, soleiðis at login framvegis brennur fyri rættindunum hjá børnum og ungum til eitt virðiligt lív. SSP stendur fyri skúli, sosialir myndugleikar og politi. SSP er formligt samstarv millum Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.
Kveikingardagurin byrjar klokkan 9 og endar klokkan 16.