Tíðindi

Sjey skúlastjórar átala skúlaskifti eftir 6. flokk

Skúlastjórar í sjey skúlum hava sent Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Føroya Løgtingi áheitan.

24.01.2025

Vit, skúlastjórar í skúlum sum hava næmingar upp til og við 7. flokk, harmast um og vilja átala ætlanina um at skúlaskifti skal vera eftir 6.flokk.

Galdandi skipan er ikki ring fyri næmingarnar. Tvørturímóti meta vit tað av alstórum týdningi, at næmingarnir eisini framyvir kunnu ganga í 7. flokki í heimbygd/heimakommunu síni.

Tað vildi verið ein stórur missur og bági fyri okkara skúlar, um ætlanin verður veruleiki.

Vit heita staðiliga á løgtingið um ikki at seta hesa broyting í verk.

Tom Joensen, Eiðis skúli

Atli F. Johansen, Skúlin í Eysturkommunu

Jensebeth Absalonsen, Viðareiðis skúli

Myrna L. Jacobsen, Skúlin á Fossánesi

Beinta G. Jacobsen, Porkeris skúli

Cecilia N. Sørensen, Sumbiar skúli

Nomi  Jacobsen, Skála skúli

Á myndini Sumbiar skúli


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni