Tíðindi
25.10.2024
Øll konufólk fara ígjøgnum skiftisár. Summar kvinnur hava so stórar trupulleikar av skiftisárunum, at tær ikki megna at arbeiða, og tað hendir mangan, tá ið nógv ferð er á yrkisleiðini, og tað annars gongur væl í arbeiðslívinum.
Í Arendals í Noregi eru skeið, sum snúgva seg um skiftisár og arbeiði.
– Skiftisárini eiga ikki at vera nakað, sum vit bara tosa um í krókunum á arbeiðsplássinum, sigur Marianne Natvik, serfrøðingur, lækni og granskari á Universitetinum í Oslo.
Eyðkenni
Umleið triðingurin av konufólki merkir als einki til skiftisár. Ein triðingur hevur smávegis eyðkenni, meðan ein triðingur hevur stórar trupulleikar av skiftisárunum; tað kann vera likamlig, sálarlig og kognitiv eyðkenni. Skiftisárini koma vanliga fyri í aldrinum 45-55, men tey kunnu vera bæði áðrenn og aftan á henda aldurin.
Hvussu ávirka skiftisárini arbeiðið?
– Tað eru neyvan nøkur konufólk, sum vilja verða boðsend av stjóranum til eitt prát um menstruatión og skiftisár. Men konufólk vilja hava størri vitan um, hvat tað vil siga at koma í skiftisár, hvør viðgerðin kann vera, um tað er rúm fyri tillagingum í arbeiðnum og so framvegis. Tí eiga konufólk, sum hava tørv á tí, at hava í boði at arbeiða tillagað, tí hevur tú sovið illa, kundi tú kanska møtt seinni ella lutvíst arbeitt heima. Vit hava ikki ráð at missa orkuríkar kvinnur, sum mangan eru í leiðarastørvum, tá ið skiftisárini koma. Samfelagið kann spara nógvar pengar við at halda fast við kvinnurnar, sum eru í skiftisárum og á arbeiðsmarknaðinum, sigur Helena Enger, kvinnulækni.
Læknarnir vita ikki nóg væl
Ein spurningur, sum kom undan kavi í Arendal er, hvussu væl læknar í Noregi í grundini duga at eyðmerkja skiftisár.
– Nógvir læknar eru sera dugnaligir, men kvinnurnar sjálvar duga væl at eyðmerkja eyðkennini, men tað er mangan bara galdandi, um hitatúrarnir fyrst eru komnir. Skiftisár eru jú ikki bara hitatúrar, sigur Marianne Natvik.
Tað gerst truplari, tá ið eyðkennini eru verri at greina og nágreina, til dømis tá tað snýr seg um sálarligar trupulleikar, svøvntrupulleikar og møði.
– Tað snýr seg um at fáa greiðu á, um talan er um skiftisár ella ikki; tað hevur týdning bæði fyri kvinnuna og læknan, sigur Natvik.
– Vit hava hægri krøv til lívið, og tað kann geva eyðkenni, sum kunnu minna um skiftisár. Aftrat tí ger tað seg galdandi, at hetta hendir eitt tíðarskeið í lívinum, tá tú kanst gerast sjúk. So hvat er tað at eldast, og hvat kunnu vit í grundini vænta at kroppinum, sigur hon.
Hvat var av menstruatiónini?
Natvik sigur frá, at nógvar kvinnur brúka hormonella fyribyrging í dag, og tað ger, at tær ikki bløða hvønn mánað. Tá er eisini truplari at siga, nær menstruatióner farin med alla.
– Vit, sum eru kommunulæknar, kunnu óivað gera tað betri. Fleiri kvinnur koma til hennara við eyðkennum um skiftisár, samanborið við fyri fimm árum síðan, og tað er gott, sigur hon.
Sjúkrafráveran er hægri hjá kvinnum enn monnum
Hví so er, at sjúkrafráveran er hægri hjá kvinnum enn monnum, vita granskarar ikki, og teir hava enn ikki megnað at finna orsøkina. Kunnu skiftisárini vera ein frágreiðing?
– At samanbera sjúkrafráveruna hjá kvinnum og monnum eru vit hildin uppat við at gera, men eg geri eitt undantak í hesum førinum, tí hetta hevur týdning. Hjá monnum økist fráveran við aldrinum. Tað hendir eisini hjá kvinnum, men eisini av øðrum ávum, eitt nú í sambandi við viðgongutíð og skiftisár. Tað, sum hevur týdning, tá ið vit hyggja at stóru myndini, er, at lívið hjá kvinnum er merkt av einstøkum skiftum, sum gevur teimum heilsuligar avbjóðingar, og sum natúrliga hevur við sær hægri fráveru samanborið við hjá monnum, sigur Inger Haukenes, granskari við NORCE og Universitetið í Bergen.
– Vit eiga ikki at samanbera
Kortini er sjúkrafráveran hjá kvinnum størri enn sjúkrafráveran hjá monnum í øllum aldursbólkum.
– Vit eiga aldri at hugsa, at sjúkrafráveran hjá monnum og kvinnum eigur at vera líka, tí tá gera vit kvinnum eina bjarnatænastu, og tá leggja vit okkum eisini eftir at røkka nøkrum, sum er órealistiskt. Vit mugu viðurkenna, at munirnir eru so stórir, og at tað eigur at vera so. Tí eiga vit at halda uppat við at samanbera, sigur Haukenes.
Haukenes sigur, at saman við starvsfelagunum við Universitetið í Bergen hevur hon í fleiri ár roynt at finna út av, hví kynsmunir eru í sjúkrafráveruni.
– Tað eru nógvar teoriir, men eg haldi ikki, at vit finna nakað svar. Tað hevur ikki týdning at samanbera menn og kvinnur, tá ið talan er um sjúkrafráveru, sigur hon.
Hava vit kannað allar møguleikar?
Tað er ikki í øllum yrkjum, at tað ber til at arbeiða heimanífrá ella at hava fleksibla arbeiðstíð. Arbeiðir tú í ávísum vinnugreinum, er tað ikki lætt at laga arbeiðstíðina til tín persónliga tørv. Men er tað veruliga so, spyr Nina Tangnæs Grønvold. Hon er forkvinna í eini almennari nevnd í Noregi, sum hevur fingið til uppgávu at hyggja at kvinnuheilsuni og arbeiði – sonevnda kvinnuarbeiðsheilsunevndin.
– Vit eru von at siga, at ógviliga nógvir arbeiðstakarar hava eitt arbeiði, har fleksibilitetur er nærum ómøguligur. Tað snýr seg um yrki, har fólk eru bundin av, at tú ert til staðar alla tíðina. Men vit hava kanska ikki hugsað okkum nóg væl um í hesum yrkjunum. Hevði arbeiðslívið verið snikkað saman av fleiri kvinnum, ella í 2024 í staðin fyri fyri 100 árum síðan, hevði tað helst verið eitt sindur øðrvísi, sigur Nina.
– Eitt mál fyri skiftisárini
Tey flestu, sum vóru við á fundinum í Arendal, vóru samd um, at vit eiga at tosa um skiftisár á ein betri hátt enn vit gera í dag. Tí hvussu eiga kvinnur í skiftisárum og stjórar teirra í grundini at tosa um hetta, uttan at samrøðan verður pínlig, ov intim ella trupul?
– Vit eiga at hava eitt mál, sum bæði kvinnur og menn kunnu brúka um uttan fnisa, tvætla ella sláa alt upp í glens. Tað eru framvegis nógvar, sum kenna seg aftur í, at tú mást tvætla og gera gjøldur burtur tær sjálvum fyri at tosa um hesi viðurskiftini, sigur Grønvold.
– Eingin leiðari vil ella tímir at sita og skemta við starvsfólk um hetta. Vit hava brúk fyri nøkrum góðum amboðum bæði til at tosa um hesi viðurskiftini og at handla. Vit hava eisini brúk fyri amboðum at tosa um viðgongutíð, bróstageving, endometriosu, fosturtøku, menstruatión, eftirgjørdan gitnað og annað. At tað bara eru vit kvinnur, sum eiga at tosa um hetta, er ógviliga ónatúrligt.
Kelda: forskning.no
Mynd: iStock