Tíðindi
26.04.2025
Sigfríður S. Sólsker er ikki ókendur í forlagsvinnuni. Seinasta 16 árini hevur hann arbeitt á Námi, fyrst sum ritstjóri og síðan 2016 sum útgávuleiðari á útgávupartinum í Námi. Hann er útbúgvin í søgu og føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya; harumframt hevur hann tikið útbúgving sum ritstjóri á CBS SIMI-Executive í Keypmannahavn og akademiska leiðsluútbúgving á Glasi. Seinasta árið hevur hann sitið í nevndini í European Educational Publishers Group; harumframt hevur hann í nógv ár verður partur av Advisory Board hjá Systime.
Sigfríður S. Sólsker er 45 ára gamal, ættaður úr Fuglafirði og búsitandi á Eiði.
Í summar fer Niels Jákup Thomsen frá sum stjóri á Bókadeildini fyri aldur. Niels Jákup hevur tænt Lærarafelagnum og Bókadeildini væl og hevur verið stjóri síðan 1996. Hann heldur fram eitt skifti sum stjóri á Bókamiðsøluni, sum eisini er partin av Lærarafelagnum.