Tíðindi
12.03.2021
Fyrsti flokkur.
Mest spennandi og samstundis mest ófrættakendu orðini, sum børn síðsta árið í barnagarðinum kunnu hoyra.
Hvat vil tað í roynd og veru siga at ganga í fyrsta flokki? Hvørjum skal eg vera saman við, og hvat skal eg læra? Fáa vit nógvar uppgávur?
Summi børn duga at skriva navn sítt, áðrenn tey byrja í skúlanum, onnur vísa ongan áhuga fyri bókstavum og skriftmálinum. Fyri summi børn er tað lætt at rokna 1 + 1, onnur tørvar tíð at finna út av tí.
Sama hvussu útgangsstøðið hjá børnum er, áðrenn tey byrja í skúlanum, kann skiftistíðin frá barnagarði til skúla vera ógvislig. Frá fría spælinum og nógvari tíð úti, til ein skipaðan gerandisdag í fyrsta flokki. Í skiftistíðini til skúlan verður væntað, at børn skulu megna at fylgja við, samstarva og fylgja við í undirvísingini hjá næmingum. Fyri at megna hetta, tørvar børnum í ein mun sjálvstamarhald, tað sum eisini verður rópt sjálvsregulering.
Hava tamarhald á egnum tonkum og gerðum
– Sjálvstamarhald hjálpir børnum at hava tamarhald á tonkum og gerðum, sum aftur ger tað lættari at samstarva, loysa trupulleikar, leggja ætlanir og gera uppgávur lidnar, sigur Ragnhild Lenes, granskari á Læruinstituttinum við Universitetið í Stavanger.
Saman við norskum og amerikonskum starvsfelagum hevur hon kannað menningarstigini hjá børnum frá barnagarðsaldri upp til fimta flokk. Tað hava granskararnir gjørt við støði í, hvussu børn síðst í barnagarðsaldri megna sjálvstamarhald; granskararnir hava fylgt børnunum til fyrsta og síðan til fimta flokk. Meiri útgreinað hava teir hugt at, hvussu sjálvstamarhald tíðliga á aldri er tongt at førleikum í máli og rokning í fyrsta flokki og lesifatan og rokning í fimta flokki.
Tað eru nógvir ymiskir mátar at máta sjálvstamarhald hjá børnum. Í hesi kanningini vóru bæði beinleiðis og óbeinleiðis amboð nýtt. Beinleiðis vil siga, at børnini, eitt og eitt, vórðu mett út frá, hvussu tey megnaðu at loysa eina uppgávu.
– Harumframt boðaðu starvsfólkini í barnagarðinum og lærararnir í fyrsta flokki frá, hvussu barnið var fyri viðvíkjandi sjálvstamarhaldi. Tað er óbeinleiðis mátin at máta sjálvstamarhald, sigur Lenes.
Klára seg betur í landsroynd í støddfrøði
Tað fyrsta, granskararnir sóu, var, at sjálvstamarhald í barnagarðinum er tongt at, hvussu barnið lærir rokning í fyrsta flokki. Tað sást bæði í uppgávunum, sum børnini loystu, og afturmeldingunum frá lærarunum.
– Tað vil siga, at børn, sum vísa gott sjálvstamarhald í barnagarðinum, fingu betri úrslit í støddfrøði í fyrsta flokki samanborið við, um tey ikki megnaðu sjálvstamarhald væl, sigur Lenes.
Harumframt vístu børnini í størri mun sjálvstamarhald í fyrsta flokki.
– Hesir førleikarnir í fyrsta flokki høvdu samband við betri úrslit í landsroyndini í rokning í fimta flokki. Úrslitini vístu eisini samband millum barnagarðin og rokning í fimta flokki.
Betri lesifatan
– Eisini børnini, sum starvsfólkini vístu á megnaðu sjálvstamarhald væl í barnagarðinum, megnaðu væl – sambært lærarum – sjálvstamarhald í fyrsta flokki. Hesin førleikin í fyrsta flokki hevði aftur nakað at siga fyri lesifatan í fimta flokki, sigur Lenes og útgreinar:
– Hervið hevur sjálvstamarhald, tá ið talan er um námsfrøðilig mál í barnagarði og fyrsta flokki, samband við lesifatan seinni. Hóast vit hava varpað ljós á týdningin á sjálvstamarhaldi tíðliga í aldri, hava vit eisini sæð, at orðfeingið hjá børnum síðst í barnagarðstíðini er av stórum týdningi fyri lesifatanina í fimta flokki, sigur hon.
Hvat er sjálvstamarhald?
Nógvir granskarar granska í sjálvstamarhaldi, men hví gera teir tað? Sjálvstamarhald fatar um evnini at stýra og tillaga egnar tankar og gerðir við at hava tamarhald á impulsum, at minnast og viðgera upplýsingar, umframt evnini at halda og skifta fokus.
Sjálvstamarhaldið hjá børnum mennist skjótt í árunum beint fyri skúlabyrjan og er umráðandi fyri at klára seg sosialt og at læra á øllum teimum mongu pallunum, sum eru.
– Í barnagarðinum mugu børnini samstarva stóran part av degnum. Tey bíða eftir, nær tað er teirra túrur at sleppa at spæla við okkurt leikutoy, ella tey royna at koma upp í part í okkurt spæl. At spæla leiklutir kann vera serliga krevjandi. Tá skulu børnini minnast sín egna leiklut og leiklutirnar hjá hinum, tey mugu hava tamarhald á impulsunum, soleiðis at tey ikki fara inn í leiklutirnar hjá hinum, og tey mugu halda fokus og fylgja við, hvat hini børnini siga og gera, sigur Lenes.
Hon sigur, at børn eisini gera brúk av sjálvstamarhaldi, tá ið tey sita øll saman í rundingi. Tá skulu tey sita friðarlig og savna seg um, at tann vaksni lesur úr eini bók. Í øðrum støðum skulu børnini gera eftir boðum, sum tey fáa.
– Kanska fáa tey fleiri boð í senn: «Nú fara vit út í gongina. Øll skulu á vesið fyrst, síðan lata tit tykkum í regnklæði og stivlar. Minnist til at lata tykkum í troyggju fyrst.»
Skúlin gevur nýggjar avbjóðingar
Børn, sum hava fingið avbjóðingar, sum svara til aldurin, í barnagarðinum, menna sjálvstamarhald natúrliga. Tað kemur teimum til góðar í fyrsta flokki, tá ið tey skulu laga seg til nýggjar umstøður.
Læringarumhvørvið í skúlanum krevur í størri mun, at børn sita friðarlig og fylgja við í undirvísingini ella at tey arbeiða sjálvstøðugt við uppgávum. Í skúlanum fáa tey nýggjar sosialar og fakligar avbjóðingar. Allar nýggjar avbjóðingar krevja, at børnini brúka sjálvstamarhald.
– Tá ið vit vita, at samband er millum sjálvstamarhald í barnagarðinum og hvussu børn klára seg seinni í skúlanum, er tað umráðandi at finna út av, hvussu vit stuðla menningini hjá teimum, tá ið talan er um sjálvstamarhald gjøgnum spæl og virksemi í barnagarðinum, heldur Lenes. Børn verða fødd við ymiskum evnum at megna sjálvstamarhald, men tá ið tað er sagt, vita vit, at sjálvstamarhald í stóran mun verður ment í samspæli við umhvørvið, barnið er í, tað er heiminum, barnagarðinum og skúlanum.
– Tá ið umsorganarpersónar, sum eru um barnið, hava vitan um sjálvstamarhald, og hvat hesin førleikin kann hava at siga, kunnu teir eisini vera við til at leggja lunnar undir góða læriumhvørvið og seta í gongd góð átøk, sum kunnu fremja sjálvstamarhald hjá barninum, sigur Lenes.
Hon greiðir frá, at barnið kann fáa góðar royndir við, at onkur vegleiðir tað, stuðlar tí og eggjar tí í spæli- og læristøðum í staðin fyri bara at rætta tað, sum hinvegin kann elva til keðiligar royndir.
– Hava umsorganarpersónarnir vitan um sjálvstamarhald, og verða góð læriumhvørvi skapt, gevur tað grundarlag fyri, at barnið mennir sjálvstamarhald, sigur hon.
Vaksin hava eina ábyrgd
Granskarin sigur, at tað er umráðandi, at barnagarðurin og skúlin hava í huga at styrkja sjálvstamarhald tíðliga gjøgnum spæl og virksemi og við at skapa góðar relatiónir og tiltøk í læriumhvørvinum.
– Tey vaksnu mugu hava eyguni serliga við børnum, sum stríðast við sjálvstamarhald. Teimum tørvar meiri vegleiðing og stuðul bæði í óskipaða barnagarðsumhvørvinum, har frítt spæl ger seg galdandi, og í skúlastovuni, har undirvísing er á skránni.
So – kunnu vit longu í barnagarðinum vita, hvat hevur týdning fyri, at barnið mennir góða lesifatan og góðar rokniførleikar í fimta flokki?
– Í ein mun, ja, men hóast henda kanningin vísir, at sjálvstamarhald, orðfeingi og støddfrøðiførleikar í barnagarðinum hava samband við, hvussu barnið seinni klárar seg akademiskt, hevur tað týdning at fáa størri vitan um viðurskifti, sum hava týdning fyri menningina í teimum fyrstu árunum. Bara á tann hátt kunnu tey vaksnu taka ábyrgd fyri og leggja til rættis eina góða og trygga menning fyri øll børn, sigur Ragnhild Lenes.
Kelda: forskning.no