Tíðindi

Seturstokið er besta tiltak til frama fyri náttúruvísindi

- Næmingunum dámar sera væl at fáa vitjan av seturstokinum, og lærararnir á staðnum somuleiðis, tí teir fáa onnur eygu á, hvat ber til at gera saman við næmingunum. Hetta er eitt betri tiltak enn at ein lærari í skúlanum fer á skeið, sigur Jacob Eli S. Olsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn.

02.05.2017

Eitt av tiltøkunum, sum gera stóran mun, tá ið talan er um at kveikja áhugan fyri náttúruvísindum í fólkaskúlanum, er seturstokið; seturstokið er eitt tiltak, sum er fyriskipað av Fróðskaparsetrinum. Tað gongur út uppá, at læraralesandi í náttúruvísindaligu lærugreinunum fara út í skúlar at gera ymiskt verkligt arbeiði innan náttúruvísindi við næmingunum.
- Seturstokið átti at fingið umstøður at farið út í hvønn skúla í landinum. Skúlar kundu havt náttúruvísindaligar dagar, har tey m.a. fingu vitjan av seturstokinum. Tú lærir ikki náttúruvísindi bara við at endurgeva úr eini lærubók, hvat stendur har, ella at greiða frá, hvat eitt hugtak er. Náttúruvísindi eru fyri ein stóran part at arbeiða náttúruvísindaliga og at gera kanningar, royndir og venjingar; júst til hetta er seturstokið so sera væl egnað, tí lærarar fáa íblástur og hugskot frá teimum, sum koma við seturstokinum. Næmingunum dámar sera væl at fáa vitjan av seturstokinum, og lærararnir á staðnum somuleiðis, tí teir fáa onnur eygu á, hvat ber til at gera saman við næmingunum. Hetta er eitt betri tiltak enn at ein lærari í skúlanum fer á skeið.

Seturstokið byrjaði sum partur av norðurlendskari verkætlan, nevnd Nordic Knowledge Train, sum endaði við ársskiftið 2016/17. Seturstokið heldur tó fram sum tiltak, og verður framhaldandi fyriskipað av Fróðskaparsetri Føroya. Erla Olsen, sum er námslektari á Námsvísindadeildini, er verkætlanarleiðari.
- Orsøkin til, at Fróðskaparsetrið luttekur í hesum skal síggjast í teimum úrslitum, sum eru komin fram í kanningum av føroyskum skúlanæmingum. Vit halda at slík tiltøk eru alneyðug, um vit skulu tryggja at komandi ættarlið hevur ein breiðan áhuga fyri vitan, bæði tá umræður náttúruvísindalig, samfelagslig og mentanarlig viðurskifti.

Háskóli Íslands hevur síðan 2004 skipað fyri summarskeiðum fyri 12-16 ára gomlum børnum. Her er talan um, at undirvísarar á Háskóla Íslands undirvísa fólkaskúlabørnum, og stórur dentur verður lagdur á, at hetta verður gjørt á ein máta soleiðis, at børnini bæði læra nakað, eru virkin og hava tað stuttligt. Í Íslandi hava tey ásannað, at hesi skeið hava sera gagnliga ávirkan á børnini, men samstundis hava tey eisini ásannað, at tað serliga eru børn í høvuðsstaðarøkinum sum koma á hesi skeið. Fyri at røkka børnum kring landið, varð í 2011 farið í holt við tað, tey kalla “Háskólalestin”. Her fara starvsfólk og lesandi á Háskóla Íslands út á ein bygdaskúla og undirvísa ein dag. Í Føroyum er seturstokið staðfest á Námsvísindadeildini og verður nýtt sum ein kærkomin møguleiki hjá lesandi at royna seg í at menna verkstovur, og fáa eisini royndir í at hava verkstovur við børnum.
- Vanliga hava tey somu verkstovu tríggjar ferðir sama dag, og kunnu so skifta verkstovu, tá ið farið verður á annan skúla. Tiltøk hava verið bæði í størri og smærri skúlum, og sigast má, at móttøkan úti á skúlunum hevur verið sera góð, sigur Erla Olsen.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni