Tíðindi

Setursskúlin ikki skerdur

- Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at næmingar ikki skulu á setursskúla, ella at lærarar ikki skulu fáa løn fyri at fara á setursskúla við næmingum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, sum mælir til at partarnir seta seg niður og finna eina loysn á trætumálinum um seturskúlar.

12.11.2015

 

Lærarafelagið bannar framvegis lærarum at fara á setursskúla, uttan so at ásetingarnar í arbeiðstíðaravtaluni verða hildnar. Orsøkin til støðuna er tepra tímajáttanin til skúlarnar, sigur Lærarafelagið. Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, vil tó vera við, at Mentamálaráðið hevur ikki skert játtanina til setursskúla.

- Játtanin er ikki skerd; einasti munur samanborið við fyrr er, at Mentamálaráðið hevur gjørt ein frymil, sum oyramerkir eitt ávíst tímatal til setursskúla. Frymilin er roknaður út eftir einum miðaltali av tímum, sum skúlarnir hava brúkt til setursskúla.

 

Landsstýriskvinnan vísir á, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu skúlar hava raðfest setursskúlan. Summir skúlar hava havt siðvenju, at flestu flokkar fara á seturskúla á hvørjum ári, aðrir skúlar hava raðfest hetta minni.

- Frymilin tryggjar, at allir skúlar eru á jøvnum føti. Øll fáa líka, sum er miðal av tí, sum hevur verið brúkt av øllum. Nýggi frymilin gongur so kanska út yvir teir skúlar, sum hava verið nógv á setursskúla, tí teir sleppa ikki líka ofta og nógv uttan at taka tímar frá øðrum virksemi. At frymilin er gjørdur, merkir ikki, at skúlin hevur mist frælsið at raðfesta. Skúlarnir hava enn sum áður eitt tímatal til ymiskt virksemi, har undir setursskúla, og tað er upp til leiðslurnar at raðfesta, hvat tímarnir verða brúktir til.

 

Bannið hjá Føroya Lærarafelag er komið óvart á fyrisitingina í Mentamálaráðnum, sigur landsstýriskvinnan.

- Tað, ið vit vita, virða skúlaleiðararnir arbeiðstíðaravtaluna frá 2003, har tað er staðfest, hvussu tímar verða játtaðir til setursskúla. Í grundarlagnum til tímajáttanina er ávíst tímatal roknað til setursskúla, men tað stendur leiðslunum frítt at raðfesta innan givnan tíðarkarm. Skulu enn fleiri tímar brúkast til setursskúla, verður neyðugt at skerja aðrar partar, gera bygnaðarligar broytingar ella økja um játtanina. 

 

Fyri at loysa upp fyri banninum, sum Føroya Lærarafelag hevur sett, skulu samráðingar til.

- Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at næmingar ikki skulu á setursskúla, ella at lærarar ikki skulu fáa løn fyri at fara á setursskúla við næmingum. Hetta er vorðið til eitt trætumál, sum má loysast við, at partarnir seta seg niður at tosa um tað, sum skilir teir, finna fram til, hvør fatan er tann rætta og síðan fáa ein enda á hesum, sigur Rigmor Dam.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni