Tíðindi
18.02.2025
Í Skúlanum í Eysturkommunu hava tey ta siðvenjuna, at triði og sætti flokkur er á setursskúla á hvørjum ári. Triði flokkur er á setursskúla eina nátt og sætti flokkur tvær nætur. Orsøkin til, at næmingar ikki fara oftari á setursskúla er orka og fígging, tí tað er vorðið rættiliga dýrt at fara á setursskúla síðstu árini.
- Í og við, at fleiri ferðafólk koma til Føroya, er alt vorðið dýrari. Tað er dýrt at leiga hús og annað, sum skal til. Vit ikki leggja gjald á foreldrini, men vit sleppa ikki undan at biðja tey hjálpa við koyring ella koma við mati. Høvdu vit betri umstøður at fara á setursskúla, tað er fleiri tímar, so høvdu vit verið oftari, sigur Atli F. hansen.
Annika Katrin Joensen, varaskúlastjóri, og Atli F. Johansen, skúlastjóri, halda, at tað er skilagott at byrja við næmingunum í triðja flokki. Eru næmingarnir yngri, er tað meiri avbjóðandi at ferðast við teimum, halda tey.
- Næmingarnir í triðja flokki eru vanliga búnir at ferðast, og teir gleða seg og eru øgiliga spentir at fara. Seinnu árini hava vit verið í Kunoy og Tjørnuvík; bæði støðini hóska sera væl til setursskúla, og umhvørvið sera gott. Vit hava onkuntíð verið aðrastaðni, men tá er tað ofta tí, at vit kunnu leiga eitt sindur bíligari. Uttanlandsferðir fara vit ikki, tí tað krevur alt ov nógv fíggjarliga.
Setursskúlin hevur stóran týdning, bæði fakliga og sosialt. Áðrenn farið verður fáa næmingarnir undirvísing í ymiskum, sum eyðkennir staðið, sagnum og søgum og um náttúruna og umhvørvið.
- Tað sosiala hevur so nógv at siga, og tí velja lærarar at fara á setursskúla fyrst í triðja flokki við samansjóðing og tí sosiala fyri eyga. Vanligt er annars at fara um várið. Vit síggja næmingar blóma og vísa eina heilt aðra síðu av sær sjálvum á setursskúlanum enn vit síggja í skúlanum.
Tveir lærarar fara altíð við á setursskúla; eru serligar umstøður fara fleiri. Lærarar fáa lítið og einki afturfyri í lønarposan at fara á setursskúla, men hóast tað og umframt at tað kann vera strævið, stendur vanliga ikki á at fáa lærarar at fara á setursskúla við næmingum, sigur Atli F. Johansen.
- Lærarar vita, at flokkurin fær nógv burturúr at fara á setursskúla, tí flokkurin hevur so stórt gagn av tí. Er tað ein flokkur, sum annars ikki riggar væl, kann tað gera so stóran mun at fara, tí flokkurin hevur so gott av at fara.