Tíðindi
17.02.2025
Spyrja vit lærarar og skúlaleiðslur, eru tey á einum máli um, at tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri felagsskapin í øllum flokkum, at næmingar við jøvnum millumbili sleppa á setursskúla.
- Hava vit ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlalógini í huga, so er endamálið við teimum orðað at vera, at næmingar skulu hava betri umstøður at læra og trívast. Ein styttri skúladagur hevur onga ávirkan í so máta, heldur øvut, tí umstøðurnar at læra verða verri, og tíðin at koma at kenna hvønn annan verður somuleiðis minni. Vilja vit arbeiða við trivnaðinum, mugu vit hyggja at arbeiðshættum í skúlanum og í fríløtum í skúlanum, og ikki minst, tá ið lærarin fer út úm skúlans øki við næmingunum. Tað kann vera evnisarbeiði úti í náttúruni ella setursskúli. Tá ið vit fara á setursskúla, og næmingarnir sleppa at gista, síggja vit næmingarnar í heilt øðrum ljósi. Sambandið millum lærara og næming mennist, tí vit síggja hvønn annan í øðrum umhvørvi. At lærarin sær aðrar síður í næminginum ger, at hann hevur lættari við at møta honum. Lærarin sær næmingarnar á annan hátt, hann sær, hvør finnur saman við hvørjum, hvør er uttanfyri og so framvegis, og hetta hevur alt stóran týdning fyri arbeiðið hjá læraranum. Næmingarnir møta eisini hvør øðrum í øðrum samanhangi, og nýggj og sterkari bond verða bundin millum næmingarnar. Vit vita frá lærarum, sum siga frá, at teir undan setursskúlanum høvdu ilt við at fáa samband við næmingarnar, og at næmingarnir ikki høvdu tað gott saman, men at alt var vent á høvdið eftir setursskúlan. Skuldi eg mælt til eitt ávíst trivnaðarátak, so hevði eg mælt til, at allir flokkar fara á setursskúla hvørt ár.
Tað kostar at fara á setursskúla, ikki bara í læraratímum, men eisini í leigu av innivisti og flutningi. Formaður Føroya Lærarafelag heldur, at tað ber til at finna loysnir, soleiðis at hetta ikki verður so dýrt fyri skúlan.
- Tað ber til at ferðast við almennu bussunum og skipunum fyri ikki so nógvar pengar til mest sum hvønn einasta krók í landinum. Nógvastaðni ber til at leiga innivist fyri rímiligar pengar, og eg hugsi, at tað átti at borið til at gjørt onkra skipan, har landið, sum stuðlar nógvum feløgum, krevur av somu feløgum, at tey leiga út fyri rímiligar upphæddir, tá ið talan er um setursskúla. Og landið eigur Strandferðsluna, so har er einki til hindurs fyri, at skúlaflokkar ferðast fyri sera sámiligan prís í egnum landi, tá tey ferðast í skúlaørindum. Nógvar kommunur stuðla børnunum í kommununi við ávísari upphædd; partur av hesum kundi verið oyramerkt til setursskúla.
Jacob Eli S. Olsen ivast ikki í, at um lærarar vórðu spurdir, hvat fyri tiltak ger størstan mun, tá ið talan er um trivnað hjá næmingunum, høvdu teir nevnt setursskúla. Kortini stendur setursskúli ikki sum átak í trivnaðarkanningini, sum var gjørd fyri góðum ári síðan.
- Fyri nøkrum árum síðan skóru skúlamyndugleikarnir í játtanini til seturskúla hjá øllum skúlum, so at nú røkkur játtanin bara til at sleppa á setursskúla tríggjar ferðir alt skúlaskeiðið – frá fyrsta til níggjunda flokk. Seinastu árini hava vit tíverri sæð, at trongu karmarnir hjá skúlunum hava leitt til, at færri skúlaflokkar fara á setursskúla. Sóu myndugleikarnir týdningin av setursskúla, høvdu teir bøtt karmarnar munandi, og tað hevði uttan iva leitt til, at fleiri skúlaflokkar fóru á seturskúla. Og tað hevði bøtt munandi um trivnaðin í flokkinum og hjá einstaka næminginum.
Sólskinssøgurnar frá setursskúlum eru óteljandi, vísir formaður Lærarafelagsins á.
- Spyrja vit vaksin fólk í dag, so minnast nógv setursskúlan sum eitt tað besta frá allari skúlatíðini. Spyrja vit lærararnar, so eru nógvar søgur um, hvussu lærarin fekk betur samband við næmingarnar, og hvussu næmingarnir komu betur at kenna hvønn annan. Og spyrja vit næmingarnar, so gleðast teir at sleppa á setursskúla, og teir siga, at góðar upplivingar frá seturskúlanum hjálpir teimum at fáa ein betri skúladag.