Tíðindi
05.10.2016
Regin Marnersson, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin, Signar í Homrum syngur góðar sangir og vit fáa eina festliga skúlakøku frá Gudnysa køkum.
Síðan fara Oddfríður Marni Rasmussen og Hanna Jensen á kveikjandi hátt at siga frá um egnar royndir og møguleikar at gera tilfar, sum kann verða brúkt í undirvísing. Tey fara eisini at geva eitt boð uppá, hvørji krøv dagsins skúli eigur at seta tí góða handritinum.
Tiltakið er alment, og tey, sum møta, sleppa til orðanna, og ritstjórar í Námi vera til staðar.
Í sambandi við handritakappingina kunnu ritstjórar í Námi eisini geva teimum ráð, sum hava hug at skriva. Rágevingin er í mesta lagi fimm tímar til hvønn høvund, sum er við í handritakappingini.
Alt um handritakappingina sæst á heimsíðuni hjá Námi og á Snar:
http://snar.fo/skipan/kunning/news/besta-skulabokahandrit/
Ein reklamufilmur um handritakappingina er eisini gjørdur:
https://player.vimeo.com/video/182820297?autoplay=1