Tíðindi

Seta ferð á námsfrøðiliga gransking

- Nú skulu granskarar fáa atgongd til skuffurnar við øllum eftirmetingunum í fólkaskúlanum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum

15.03.2016

Brúka vit ikki ta stóru vitan, sum liggur í nógvu eftirmetingunum og kanningunum, sum verða framdar í fólkskúlanum, so flyta vit okkum ikki. Brúka vit tær hinvegin, verður menningin í fólkaskúlanum grundfest í okkara egna veruleika. Tað heldur Rigmor Dam, sum nú fer at seta ferð á námsfrøðiliga gransking.
- Vit hava hópin av dátu, sum bara endar í onkrari skuffu. Tað kann ikki vera meiningin at brúka tíð og pengar upp á eftirmetingar, sum ikki verða brúktar til nakað, so her má vend koma í. Somuleiðis hava vit hópin av granskarum og bacheror- og masterlesandi her heima og uttanlands, ið ikki hava atgongd til dagførda dátu. Vit hava orkuna, tilfeingið, vitanina og innsavnaða dátu í hópatali; nú snýr tað seg um at fáa sett gongd í granskingina soleiðis, at hetta kemur skúlanum til gagns. Hetta nýtist als ikki at kosta so nógvan pening.

Lesið samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaði nr. 6, 2015.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni