Tíðindi

Serútbúgvin starvsfólk skulu hava betri sømdir at brúka sínar førleikar

Flestu lærarar við serútbúgvingum harmast um, at teir ikki í nóg stóran mun kunnu gagnnýta sínar førleikar. Tímatillutanin er bæði tepur og ikki minst ov stirvin og kann ikki tillagast tørvinum.

23.03.2016

Í samgonguskjalinum verður sagt, at serútbúgvin starvsfólk skulu hava betri sømdir at brúka sínar førleikar.
- Vit fara at halda fram við gongdini, sum hevur verið, at lærarar sleppa at eftirútbúgva seg, og at teir sleppa at savna seg um tað, teir hava serútbúgving í. Ímynda vit okkum, at vit hava størri hóskandi skúlaeindir, so fáa børn, sum hava serligar avbjóðingar, betri atgongd til serkunnleikan og serliga ráðgeving samanborið við nú. At ymsu bólkarnir við lærarum, ið hava serútbúgving, siga, at teir hava ov fáar tímar at gera gott við, skilji eg, men eg kann ikki lova í løtuni, at tað koma fleiri tímar, tí hvussu lærarar, sum førleikamenna seg, skulu lønast, er sum heild ein samráðingarspurningur. Starvsfólk í fólkaskúlanum fáa útbúgvingina og eftirútbúgvingina fyri einki, og tey fáa niðurskurð, meðan tey eftirútbúgva seg, sigur Rigmor Dam.


At lærarar vilja síggja førleikamenningina aftur á lønini, skilir landsstýriskvinnan væl.
- Vandin við at førleikamenna lærarar uttan at geva teimum viðbót, er, at teir leita aðrastaðni at arbeiða í staðin fyri at vera verandi í skúlanum og menna hann innanífrá. Tað er spell.
- Tað er eisini hugvekjandi at síggja, at førleikamenning í yrkjum, sum hava stóra yvirvág av konufólki, til dømis lærarar, námsfrøðingar, bókavørðir og journalistar gevur onga førleikaviðbót. Hetta eru alt øki, sum hava stóran tørv á støðugari menning, og sum tí eru í vanda fyri at dragna afturút, um serútbúgvin starvsfólk leita sær aðrastaðni at fáa hóskandi avbjóðingar og ikki minst viðurkenning. Men kanska er orsøkin grundleggjandi, at konufólk hava verri við at sláa ígjøgnum og siga, hvussu nógv tær eru verdar?

Lesið samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaði nr. 6, 2015.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni