Tíðindi

Sernámsfrøðiliga økið knýtast tættari skúlunum

- Serkunnleikin eigur at koma út til økini, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum

07.01.2016

Tað er eitt ynski millum lærarar og skúlaleiðslur, at tænasturnar hjá Sernámi koma nærri brúkarunum og skúlunum. Somuleiðis er hetta staðfest í samgonguskjalinum, har tað stendur, at sernámsøkið skal knýtast enn tættari gerandisdegnum hjá næmingunum.  At førleikastovur eru komnar í skúlarnar, og serkunnleikin er raðfestur í og við, at lærarar hava fingið ymiskar eftirútbúgvingar á serøkinum, er ein heppin gongd, heldur Rigmor Dam.
- Hetta fer at síggjast aftur í fólkaskúlanum við, at tað verða færri næmingar, sum fara at detta ímillum.


Í fjør legði ein arbeiðsbólkur úr hondum álit um sernámsfrøðiliga økið, har tað m.a. verður lagt upp til, at tænasturnar á sernámsfrøðiliga økinum gerast tættari brúkarunum. Tað er politiskur vilji at fremja tað, sum álitið leggur upp til, sigur landsstýriskvinnan við skúlamálum.


Bygnaðarbroytingar eru gjørdar innanhýsis á Sernámi, við støði í tilmælinum, har stovurnin m.a. er býttur upp í toymi. Fólkaskúlatoymið er mannað við sálarfrøðingum og ráðgevum. Arbeiðsbólkurin mælir til, í samstarvið við kommunurnar, at skipa 5 samstarvstoymi kring landið. Hesi skulu koma í staðin fyri tænstueindirnar, og endamálið er at skipa sernámsfrøðina enn tættari skúlunum umframt at styrkja samstarvið við førleikastovurnar. Tíðin, tey ymsu fakfólkini í samstarvstoyminum  hava til teir ymsu fólkaskúlarnar, er gjørt við býtislykli, sum er ásettur út frá næmingatali í skúlunum, soleiðis at mann fær tryggjað, at atgongd til serkunnleika frá Sernámi verður javnt býtt millum skúlarnar.
- Tað er eitt stórt politiskt ynski um at raðfesta sernámsfrøðiliga økið høgt, men samstundis er avbjóðingin innan økið stór. M.a. er ein avbjóðing at fáa nøktað tørvin á sernámsfrøðiligum stuðulstímum. Talið av næmingum, sum hava tørv á stuðulstímum, økist ár fyri ár, og hóast játtanin er økt, er trupult at nøkta tørvin. Eg kann skoyta uppí, at tvær játtanir eru til endamálið. Ein er tann miðfirraða játtanin, sum í løtuni er 13% av næmingatalinum og verður tillutað skúlunum beinleiðis til sernámsfrøðiligi átøk. Hin játtanin verður tillutað frá Sernámi og oyramerkt til tann einstaka næmingin við serligum tørvi, flokkin, har næmingurin gongur ella ein bólk av næmingum.
- Avbjóðingin við játtanini er eitt, men eg haldi, at kannast eigur at verða eftir, um vit brúka játtanina á skynsamasta hátt, tí vit kunnu ikki bara økja játtanina uttan eisini at kanna úrtøkuna hjá næmingunum. Eg haldi, at tíðin er komin til at endurskoða grundarlagið sum sernámsfrøðiligu stuðulsstímarnir verða játtaðir á, sum arbeiðsbólkurin eisini hevur mælt til. Sernámsfrøðiliga stuðulsjáttanin kann ikki einsamøll tryggja næmingum við serligum tørvi javnbjóðis undirvísingarvísingartilboð. Næmingar við serligum tørvi eiga lut í vanligu tímajáttanini hjá skúlunum, eisini tí miðfirraðu tímajáttanini, men spurningurin er, um teir í nógv stóran mun fáa ágóðan av hesi játtan.


Námsfrøðiligir stuðlar – námsfrøðingar ella hjálparfólk – eru ein fortreyt fyri, at næmingar við serligum tørvi kunnu fáa javnbjóðis skúlatilboð, sum teirra javnaldrar í vanligum skúlum.
- Eftirspurningurin frá skúlunum eftir námsfrøðiligum stuðlum er øktur ár fyri ár, so páhaldið um, at hetta er fyri at spara pening vil eg afturvísa. Mett verður um í hvørjum einstøkum føri, hvør stuðulin skal vera. Tað kann verða praktiskur stuðul, námsfrøðiligur stuðul ella serlærarastuðul til serundirvísing. Tað er Sernám saman við skúlanum, t.d. leiðslan saman við førleikastovuni, sum metir um og ger av, hvør stuðulin skal vera og hvussu hann verður skipaður. Næmingar við serligum tørvi hoyra til ein flokk á líkafóti við hinar næmingarnar, og fyri at tryggja, at undirvísingin verður tillagað fortreytunum hjá hesum næmingum, er neyðugt, at lærari ikki stendur einsamallur við uppgávuni. Tað er neyðugt, at lærarar og námsfrøðiligu stuðlarnir samstarva um skipan og innihald í undirvísingini. Harumframt er tað neyðugt at tryggja námsfrøðingum trygg setanarviðurskifti í fólkaskúlanum. Arbeiðið at endurskoða lóggávuna á økinum eigur at halda fram, har tað m.a. eigur at verða ásett, hvørjir fakbólkar kunnu røkja tær ymsu stuðulsuppgávurnar, og nær talan er um sernámsfrøðiligan tørv, sum krevur tímar og í hvørjum vavi.


Onnur átøk, sum vóru mælt til í tilmælinum, halda fram. Ætlanin er m.a. at halda fram við arbeiðnum at skipa serflokkar kring landið, sum kunnu veita dygdargóð sernámsfrøðilig tilboð við eini fastari játtan og føstum starvsfólkahópi/toymi.


Arbeitt verður somuleiðis við at dygdarmenna Skúlan á Trøðni.
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni