Tíðindi

Serflokkurin undir Skúlan á Fløtum

Royndarverkætlanin við serflokkinum, sum í 7 ár hevur hildið til í bygningum, ið fyrrverandi Venjingarskúlin í Havn ráddi yvir, verður nú skipað sum varandi sertilboð í Skúlanum á Fløtum.

19.04.2016

Frá 1. mars í ár er serflokkurin skipaður sum serskild eind við toymisleiðara; toymisleiðari er Suni Jacobsen, ið hevur verið lærari í serflokkinum í fleiri ár. Serflokkurin hevur verið ein royndarverkætlan, sum Emmy S. Joensen, stjóri á Námi, saman við øðrum tók stig til fyri 8 árum síðan. At avgerð nú er tikin um at gera henda flokkin til eina varandi loysn, fegnast hon um.
- Tað, sum hevur størsta týdning fyri meg, er, at teir námsfrøðiligu karmarnir, sum skúlatilboðið er grundað á, halda fram. Nógvir næmingar hava fingið ein nýggjan møguleika í serflokkinum, og fleiri eru farnir víðari í miðnámsskúla; hetta tilboðið er ein sólskinssøga, sigur Emmy S. Joensen.

Avgerðin um, hvussu varandi loysnin er skipað, er tikin av Mentamálaráðnum. Serflokkurin verður skipaður sum varandi tilboð í fólkaskúlanum sambært § 45 stk. 6 í fólkaskúlalógini við tilskilaðum ásetingum um leiðslu- og starvsfólkaviðurskifti, hølisviðurskifti, játtan, skipan og innihald, atgongd og tilknýti til Sernám, tilknýti til førleikastovuna, samstarv millum Sernám og førleikastovuna, visitatión og málbólki.

Serflokkurin verður skipaður sum sertilboð undir leiðslu av Skúlanum á Fløtum og við sernámsfrøðiligari ráðgeving frá Sernámi. Sambandið við Sernám er sostatt framvegis tætt.
- Sernám er høvuðsráðgevandi eindin og skal hava eftirlit, yvirlit og innlit í, hvat sertilboðið fevnir um. Ætlanin er, at Sernám framhaldandi skal veita starvsfólkunum supervisión og sernámsfrøðiliga ráðgeving 1 ferð um mánaðin, sigur Emmy S. Joensen.

Starvsfólkini verða sett serskilt í serflokkin, sum er eitt sjálvstýrandi toymi við toymisleiðara, og starvsfólk í serflokkinum verða sett sambært arbeiðstíðaravtaluni um sjálvstýrandi toymi. Starvsfólkini luttaka í námsfrøðiligum fundum og øðrum felags tiltøkum í skúlanum eftir tørvi eftir avgerð skúlaleiðarans og í samráð við toymisleiðaran.

Serflokkurin hevur egin hølir, sum eru egnað til endamálið, og játtanin er oyramerkt til serflokkin undir fólkaskúlakontuni. Starvsfólkatal og samanseting veldst um næmingasamansetingina og tørvin hjá tí einastaka næminginum í tilboðnum.

Toymisleiðarin ger saman við toyminum ársætlan og skipan av serflokkinum og somuleiðis einstaklingslæru- og menningarætlan fyri næmingin. Allir næmingar hava eitt kontaktfólk. Undirvísingin verður skipað við støði í persónligu-, sosialu- og fakligu fortreytunum hjá einstaka næminginum.

Serflokkurin er fyri næmingar í 4.–10. flokki; hóast hann er lagdur undir Skúlan á Fløtum, verður tað framvegis Sernám, sum visiterer næmingar til skúlatilboðið. Ein upptøkubólkur er skipaður og í honum eru umboð fyri Sernám, toymisleiðarin og skúlaleiðarin, ið taka næmingar inn. í serflokkin. Hvør er tað so, sum kann koma í serflokkin? Tað eru næmingar, sum av ymiskum orsøkum  ikki fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum.
- Áhugin at koma í serflokkinum er stórur, úr fleiri kommunum í landinum, men tað er umráðandi, at allir møguleikar eru troyttir, áðrenn serflokkurin kann koma upp á tal. Tað undrar meg, at tað eru so nógvir næmingar, sum eru vanliga gávaðir, ikki rúmast ella fáa røttu avbjóðingarnar í vanliga fólkaskúlanum, sigur Emmy S. Joensen

Serflokkurin, sum byrjaði fyri 7 árum síðan, hevði fyrsta árið 4 næmingar; í ár eru 30, 3 gentur og 27 dreingir.

Mentamálaráðið arbeiðir í løtuni við einum rundskrivi um sertilboð. Ætlanin er at skipa líknandi tilboð kring landið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni