Tíðindi

Serflokkur bara í serligum førum

- Hugsanin er framvegis, at fólkaskúlin skal røkka flestu næmingum. Tað fremsta endamálið má vera, at øll fáa nakað burtur úr undirvísingini, bæði fakliga, persónliga og sosialt, sigur Emmy S. Joensen, stjóri á Sernámi.

20.09.2016

So nógvir næmingar sum til ber skulu inkluderast í vanliga fólkaskúlanum; tað er vanliga hugsanin í Føroyum, og hesum verður arbeitt eftir. Treyðug so, so skerst tað tó ikki burtur, at tað eru summir næmingar, sum ikki megna at ganga í vanliga fólkaskúlanum, og aðrar loysnir mugu finnast. Vanliga eru allir møguleikar tá eru troyttir. Seinnu árini eru nakrir serflokkar settir á stovn; ein er í Hoyvíkar skúla, ein í Runavíkar kommunuskúla, og í 7 ár hevur ein royndarserflokkur hildið til í hølum, sum Venjingarskúlin í Havn ráddi yvir. Hesin flokkurin var í vár endaliga staðsettur undir Skúlan á Fløtum. Hetta skúlaárið eru 30 næmingar har, 26 dreingir og 4 gentur. Serflokkarnir í Hoyvík og Runavík fara at verða skipað sum varandi tilboð.
- Serflokkur er besta loysnin, tá allir aðrir møguleikar eru troyttir í vanliga fólkaskúlanum; lærarar gera sítt ítasta at næmingalaga undirvísingina, so hon røkkur øllum, men onkuntíð verða vit noydd at ásanna, at hon ikki røkkur øllum, og at tað skal annað til enn undirvísing innan vanligar karmar; tað er als ikki ætlanin, at vit skulu hava serflokkar á hvørjum tanga, tí hugsanin er framvegis, at fólkaskúlin skal røkka flestu næmingum. Tað fremsta endamálið má vera, at øll fáa nakað burtur úr undirvísingini, bæði fakliga, persónliga og sosialt, sigur Emmy S. Joensen, stjóri á Sernámi.
 
Arbeitt verður við at seta serflokkar og sernámsfrøðilig átøk á stovn aðra staðni. Serflokkur er settur á stovn í Suðuroynni, og serlig sernámsfrøðilig átøk eru skipað í Vágum og Sundalagnum.
- Hóast serflokkar verða skipaðir ymsa staðni, so er visiteringin ásett í nýggju kunngerðini um serundirvísing og sernámsfrøðiligan stuðul, sum kom í gildi 21. apríl 2016. Tað vil siga, at tað er Sernám, sum ger av í samráð við avvarðandi skúla og foreldur, hvørjir næmingar fáa tilboð um at sleppa í serflokk. Tá henda loysnin er neyðugt, skal aðalmálið altíð vera, at tað er tað besta fyri næmingin. Sernám skal sambært nýggju kunngerðini hava skipað tilknýti til serflokkar og serskúlan, og tað er við atliti at kunna tryggja at undirvísingin verður tillagað fortreytunum og tørvinum hjá tí einstaka næminginum.
 
Í áliti, sum ein arbeiðsbólkur settur av Mentamálaráðnum hevur orðað, verður mælt til, at serskúlin og serflokkarnir verða styrktir og mentir til veruliga at veita dygdargóð menningar- og lærutilboð. Eisini verður mælt til, at tey leggja seg eftir einum ella nøkrum serøkjum, sum tey hvør sær kunnu menna, og sum tørvur er á.
 
Samanbera vit við onnur lond ganga ógvuliga fáir næmingar í serskúla og serflokki í Føroyum; 0,72% í serskúlanum og 2,23% samlað uttan fyri almennu skúlaskipanina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni